Bústaðir eiga at brúkast sum bústaðir
Nógv kjak er um bústaðarneyðina í Føroyum, og ofta er standardsvarið, at vit mugu byggja nógv fleiri bústaðir – bæði til ognar, leigu og helst eisini til luts. Hetta er rætt í sjálvum sær. Føroyar mugu fáa ein fjølbroyttari bústaðamarknað, ið ger tað møguligt hjá fólki í ymiskum støðum í lívinum at búleika sær trygt og langskygt í hesum landi. Fólk eru minni staðbundin nú enn áður, og bústaðamarknaðurin má lata upp fyri, at fólk flyta fleiri ferðir gjøgnum lívið.
Hendan grein snýr seg tó um “skjótt syftu seiðirnar”, ið alt ov sjáldan verða nevndir í hesum sambandi. Sannroynd er, at hundraðtals, ja túsundtals bústaðir – um hvørt nikk og prikk verður talt við – ikki eru tøkir á bústaðamarknaðinum í dag. Ein stuttskygd loysn upp á bústaðatrupulleikan í Føroyum í dag kundi verið at aktivera hesar bústaðir. Hetta kundi givið hundraðtals nýggjar bústaðir upp á heilt stutta tíð – ja longu í 2025.
Vit eiga at innføra tað prinsipp her á landi, at “bústaðir skulu brúkast sum bústaðir” – ikki sum alt møguligt annað. Bústaðir eiga ikki at brúkast sum summarhús, bústaðir eiga ikki at brúkast til vinnulív, bústaðir eiga ikki at brúkast til stutttíðarleigu (Airbnb o.l.), og bústaðir eiga so slettis ikki at standa tómir og fúna. Hetta seinasta er beinleiðis ómoralskt! Vit eiga at skipa Føroyar soleiðis, at bústaðir verða brúktir til sítt endamál: sum langtíðarbústaðir.
Føroyar mugu skipast til fyrimunar fyri tey fastbúgvandi, ið dag og dagliga skulu mynda lokalu samfeløgini og skapa felags trivnað og knýta varandi nærsambond.
Fyrimunir fyri langtíðarleigumál
Tí eigur politiska skipanin at geva fyrimunir fyri at leiga bústaðir út til langtíðarleigu. Eitt er at kommunur sjálvandi eiga at leggja tænastugjøld á bústaðir, ið ikki hýsa skattgjaldandi íbúgvar, men harumframt áttu langtíðarleigumál at verið skattað munandi mildari enn leiguinntøkur til stutttíðarleigu ella til vinnuligt endamál. Tað átti snøgt sagt at verið ein fyrimunur at aktivera bústaðareindir til langtíðarleigu.
Eitt annað hugskot kundi verið at havt eina almenna leiguskipan, har bæði leigarar og útleigarar trygt kunnu skipa avtalur og gjøld og um neyðugt fáa ráðgeving um ivamál – til gagns fyri báðar partar. Tað er neyðugt at skipa leigubústaðamarknaðin í eina fasta legu við stabilum felags væntanum partanna ímillum.
Hetta loysir ikki allan bústaðartrupulleikan – langt frá – men hetta vildi verið ein skilagóður og lætt atkomuligur háttur at fingið fleiri bústaðir til vega upp á stutta tíð. Fyri summar bygdir/býlingar er hetta eisini beinleiðis ein spurningur um lív ella deyð, tí stórur partur – í summum førum meginparturin – av bústøðunum ikki eru tøkir til fólk at búgva í. Annars vil eg vísa til greinirnar “Ferðavinnan má ikki gera seg inn á privatar bústaðir” og “Vinnu- og frítíðargerðin av føroyska bústaðamarknaðinum”, ið eru at lesa í nýggju bókini “Kommunur í eini broytingartíð”. Har verður alt hetta gjølla útgreinað.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan