Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tøkk - Hjálmar Arnold Højgaard

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.12.2024 - 07:00 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Vit vilja hjartaliga takka tykkum øllum, sum vístu samkenslu, tá ið okkara høgt elskaði pápi, verpápi og abbi

 

 

Hjálmar Arnold Højgaard, skipari

ættaður av Heyggi, Húsar, bústiandi í Klaksvík

 

* 12.02.33       † 08.05.24

 

andaðist og varð jarðaður.

Takk til bæði KS og LS fyri góða móttøku, røkt og vinsemi móti honum.

Takk til Hanus á Gørðum fyri vakra og hátíðarliga bírætting; har tað kendist, sum at himmalin kom til okkum øll.

Somuleiðis ynskja vit at takka Marjuni Lómaklett fyri góð orð í Christianskirkjuni til jarðarferðina.

Kirkjutænarum, teknikara, berarum, sangarum og gravara takka vit hjartaliga fyri tænastuna, ið tit veittu.

Takk til Christianskirkjuna fyri lán av kirkjukjallaranum, so vit kundu hava ervi har.

Eisini ynskja vit at takka tykkum í køkinum, og tykkum, sum stílaðu fyri og tóku ímóti í kirkjukjallaranum.

 Takk til øll tykkum, sum komu inn á gólvið. Takk fyri allar telefonuppringingar, heilsanir, bakstur til ervi, blómur og kransar.

Minnisgávurnar, ið vórðu latnar til Húsa kirkju, takka vit so hjartaliga fyri.

Takk til Heimatænastuna fyri at tit tóku tykkum so væl av honum og fyri, at tit vóru so góð við hann.

Takk til tykkum, sum plagdu at støkka inn á gólvið hjá honum til eitt hugnaligt prát og drekkamunn. Tað var hann sera glaður fyri.

Familjunum báðum, sum vóru so góð við hann á so mangan hátt, vilja vit veita eina serliga tøkk.

Til seinast vilja vit takka tykkum mongu, sum komu og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.

Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár við hesi heilsan úr halgubók:

Lukas 2, 11 sigur: Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði!

Familjunar vegna

Hans Elias, Mary Maria og Jóhanna

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…
Varpið fær 1.000.000 krónur
Fiskeribladet: - Bíðað verður eftir at r…
Búskapur í øllum 2: Føroyar sum lítil op…
Besta árið hjá Volunteer
Ídni verður goymsla
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár