Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gleðilig jól frá almennu Føroyum!

SKRIVAÐ: Ben Arabo, skattgjaldari  |  18.12.2024 - 12:22 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Meðan vit kjakast um fólkafráflyting, og hvat skal til at draga borgarar til Føroyar, og hvussu man fær ung folk at trívast í Føroyum, so fáa vit uppundir jól eina grefliga áminning um, hvussu tað er at búgva í Føroyum.

 

Tað eru almennu Føroyar sum minna folk á, at tey skulu endiliga ikki halda, at man hevur loyvi at ganga í ov stórum skóm í Føroyum. Kemur tú heim at vitja tíni kæru til jóla, ja so stendur tollvaldið fyri tær, fyri at forða fyri, at tú hevur ov fínar jólapakkar.

 

Váti vøtturin

Ístaðin fyri at almennu Føroyar stóðu á flogvøllinum við eina stórum vælkomin heim skelti og ynsktu gleðilig jól – kanska við einari karamellu til børnini, so standa svartklæddir tollarar klárir við einum váttum vøtti at geva ferðafólki frammaná.

Hevði landskassin mist nógv við at strika jólagávumørkini? Hvat kostar eftirlitið í mun til tað, ið man fær inn?

Um tað er dýrari enn inntøkan, ja so spilla vit pening.

 

Lítla tvørliga eftirlitssamfelagið

Harafturat cementera vit ímyndina av Føroyum sum eitt lítið tvørligt eftirlitssamfelag, har man hevur loyvi til eitt sindur minni enn næstan øll hini í tí civiliseraða heiminum. Og nei, vit skulu ikki bara samanbera okkum við Danmark, sum hevur lítið at læra okkum, tá tað kemur til, hvat frælsi borgarin skal hava.

Er tað nakar sum heldur at tað tiltrekkir fólk, at talið av eftirlitsfulltrúum per íbúgva spolar uppeftir? Er tað nakar sum heldur at tollmørk, sum reelt verða trengri og trengri hvørt ár, gera nakað gott fyri Føroyar?

 

Politikarar mugu gera Føroyar rúmligari og lagaligari

Nú er tað ikki TAKS og tollvaldið sum áseta mørk. Tað gera politikarar. Vónandi gera teir Føroyar rúmligari og lagaligari við at broyta tollmørkini.

Man kundi t.d. havt eitt hámark, sum æt so nógv til persónliga nýtslu og gávur, sum man orkar at bera.

Tollvaldið eigur at verða sum heykar, tá tað kemur til rúsevni, men vælsignað verði, latið jólapakkar, luktilsi, sjokolátu og vín fáa frið.

Eg kann leggja afturat, at eg ferðaðist í mong ár heilt nógv kring allan heimin, tá eg arbeiddi uttanlands. Einasta staðið, har eg nakrantíð eri steðgaður í tollinum til kanningar, er í Føroyum.

 

Ben Arabo, Skattgjaldari

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald
Búnaðargrunnu­rin hevði í 2025 eitt sítt…
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undir…
Alivinnan er ikki ein klassisk tilfeingi…
FM vinnarar í estetiskum fimleiki 2026
Sannfør­andi sigur og fleiri ungir leikar…
KÍ kvinnur­nar vunnu á Skála ÍF
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl