Lýsing
Lýsing
Norðingur fekk jólapakkar
Jólamaðurin kom við pakkum frá sjómanskvinnuringunum
Í gjárkvøldið fekk Sjómansmissiónin heilsan frá manningini á Norðingi.
Teir skriva soleiðis:
Gott kvøld!
Vit umborð á Norðingi vilja takka fyri jólapakkarnar!
Vit høvdu jólahald umborð í kvøld, við dunnu og rísalamangi. Síðan varð jólaevangeliið lisið, og nakrir jólasálmar sungnir.
Aftaná kom jólamaðurin á vitjan og hann hevði gávur við frá sjómanskvinnuringunum. Tit gera eitt fantastiskt arbeiði.
Vit eru á svartkjaftaveiðu og fiskiskapurin er góður. Vit skulu landa leygarmorgunin.
Gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár verður ynskt tykkum.
Heilsan, skipari og manning umborð á Norðingi.
Seinastu tíðindini