Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virðisøking í fiskivinnuni

SKRIVAÐ: Dennis Holm, landsstýrismaður  |  15.01.2025 - 15:16 Politikkur Tíðindaskriv

Í grannalondum okkara, bæði í Norra og Íslandi, hevur seinastu nógvu árini verið eitt miðvíst fokus á virðisøking innan fiskivinnuna, har alsamt størri dentur verður lagdur á at fáa størri virði og fleiri ymiskar vørur burturúr tí einstaka fiskinum.

 

Í oktober var eg í Íslandi. Tá vitjaði eg MATÍS, sum er ein granskingarstovnur, ið millum annað hevur til endamáls at granska og menna virðisøking innan fiskivinnuna. Tað var sera áhugavert at hoyra, hvussu miðvís raðfesting av gransking og menning innan fiskivinnuna hevur ført við sær, at alsamt størri partur av fiskinum verður gagnnýttur.

Hetta arbeiðið hevur ført við sær, at virðið á tí einstaka toskinum er fleirfaldað, og sjálvt toskaskræðan kann hava størri virði enn flakið. Greitt varð eisini frá, at arbeitt verður nú við at flyta vitan frá gagnnýtslu av toskinum til onnur fiskasløg, so góða gongdin eisini kann flytast yvir á fleiri fiskasløg.

Í Føroyum hava vit ikki á sama hátt raðfest virðisøking og menning fyri at gagnnýta størri part av fiskinum. Skulu vit ganga somu leið, mugu bæði vinnan og tað almenna raðfesta gransking, menning og nýskapan innan fiskivinnuna hægri.

Tí hava vit í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum gjørt av at broyta stuðulsskipanina, Fiskivinnuroyndir, so størri dentur verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan.

Í nýggju skipanini verður framvegis møguleiki at søkja um stuðul til smærri verkætlanir til royndir og kanningar. Høvuðsdentur verður tó lagdur á vinnuligar verkætlanir, harundir Ph.d.-verkætlanir, har samstarv verður skipað millum føroyskar vinnufyritøkur og føroyskan granskingarstovn.

Játtanin til Fiskivinnuroyndir er í ár 4,3 mió. kr. 1 mió. er sett av til smærri verkætlanir og 3,3 mió. til størri verkætlanir, sonevndar flaggskipaverkætlanir innan virðisøking, størri gagnnýtslu av fiski og burðardyggan fiskiskap. Umframt at leggja lunnar undir størri virðisøking í fiskivinnuni og at skapa nýggjar vørur og úrdráttir úr fiski, fer hetta vónandi eisini at hava við sær, at fleiri fólk við hægri útbúgving kunnu virka innan fiskivinnuna.

Hóast tað neyvan eru skjótar einfaldar loysnir, sum hava við sær stóra virðisøking, so fer hendan nýggja skipanin vónandi at stuðla undir, at virðisøking í fiskivinnuni verður raðfest hægri, soleiðis at vit við tíðini fáa meira burturúr okkara dýrabara tilfeingi úr sjónum.

Undan jólum varð lýst eftir umsóknum til Fiskivinnuroyndir 2025 á heimasíðuni hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum www.fisk.fo. Umsóknarfreistin til smærri verkætlanir er 27. januar 2025, og til flaggskipaverkætlanir er freistin 28. apríl 2025.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…
Við Tórði á túri millum standmyndir í Kl…
Fyrilestur: Hvussu gera vit, tá vit møta…
Við Tórði á túri - Dorius Frederiksberg
Stilass sett upp kring kirkjuna
Tá sjúka rakar – er vælferðarsam­felagið…
Eirikur í Jákups­stovu valdur á løgting
Gadus farin á nýggjan túr
Opið bræv frá Nýrafelag­num, til tey sum…
Skjótt eiga Norð­oyggjar 3 av 7 floksforf…
Norð­oy­ingar valdu minni lokalt hesaferð
Beinir Johannesen bjartskygdur um samráð…
Aðalfundur hjá Norðoya Bjargingar­felag
Fyrri dagurin av Fótbóltsskúla­num hjá FC…
Góði arbeiðsmarknaðu­rin er eisini spurni…