Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bára fekk herðaklapp á Leiðaradegnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.01.2025 - 20:54 Tíðindi

Leiðarin á Kanningarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fekk herðaklapp á Leiðaradegnum

 

 

Ársins Leiðaradagur varð hildin á Hotel Føroyum í dag. Sum vant vóru ársins leiðarar kosnir. Álvur Højgaard, stjóri í Navigare, var kosin ársins leiðari í tí privata, og Jóngerð Guttesen, leiðari fyri Roðan, var ársins leiðari hjá tí almenna.

Í ár var fyri fyrstu ferð latið eitt serligt herðaklapp til millumleiðara. Nógvar tilnevningar komu inn, og dómsnevnin avgjørdi at lata Báru Skaale Klakstein, leiðara á Kanningarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi herðaklappið. 

Dómsnevndin segði soleiðis um avgerðina:

Grundað á eina væl undirbygda innstilling frá øllum starvsfólkahópinum hevur Dómsnevndin valt at lata herðaklappið hesaferð til Báru Skaale Klakkstein, deildarleiðara á Rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sum leiðari evnar Bára at motivera síni starvsfólk og skapar eina góða arbeiðsmentan, har serliga trivnaður og faklig menning er í fokus. Arbeiðstoymið arbeiðir væl saman, og hevur tað sera gott saman sosialt, sum alt er við til at vit náa málsetningum.

Rannsóknarstovan hevur verið fyri nógvum broytingum í seinastuni. Coronatíðin hevði við sær nógv økta arbeiðsbyrðu, men her stóð hon sterk og var sera dugnalig at tilrættisleggja arbeiðsgongdirnar. Beint eftir corona var ein stór umvæling í gongd á rannsóknarstovuni, har arbeiðsumstøðurnar als ikki vóru optimalar. Við Báru á odda, og við einum góðum toymi aftan fyri seg, megnaði hon sera væl at fáa okkum ígjøgnum hesa tíðina. 

Hóast nógvar broytingar seinastu árini, hevur Bára hildið arbeiðssmoralin uppi og trivnaðinum í hásæti. Í hesum sama tíðarskeiði, gjørdist rannsóknarstovan toppskorari í tveimum trivanaðarkanningum í øllum heilsuverkinum. Soleiðis hevur Bára sýnt í verki áhugaða leiðslu við innliving og nærveru, har hon hevur skapt eina jaliga og fevnandi arbeiðsmentan, umframt at hugsa nýtt og menna rannsóknarstovuna og starvsfólkini har. 

Fyri hetta hevur Dómsnevndin valt at heiðra Báru Skaale Klakkstein við heiðrinum Ársins Herðaklapp til Millumleiðaran 2025.

Í dómsnevndini vóru Ingibjørg Berg, Johnny í Grótinum og Árni Jakobsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ex-javnaðar(løg)maður ávarar Javnaðarflo…
Team Klaksvík millum tey bestu í barnaho…
KÍ var sannfør­andi móti NSÍ
Hesi bíða nú í spenningi
Myndarøð: KÍ kvinnur - NSÍ: 4-0
Veðrið í vikuni
ABC kann koppa Klaksvíkar Býráði
Fólk tosa um KÍ tí tey hava áhuga og tað…
Roynt verður nú at skipa fyrstu breiðu s…
ABC fara til forhandl­ingar í morgin
Hópfígging til telduspælið Beyond the Py…
Fyrsti heimadystur hjá KÍ-kvinnum
KÍ-arnir fingu høvuðsleiklutir í San Mar…
Sjálvstýris­flokku­rin hevur djúpar røtur…
Páska­stevna í Eysturoynni
Hesir byrja ímóti San Marino
Bjargingarbátur rekur til Føroya  
Fólka­floksháborgin er á Viðareiði, Miðfl…
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
Beinir kann aftur gerast yngstur – so nó…