Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nám harmast um samskiftið viðvíkjandi minningardegnum um fólkadráp

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.02.2025 - 16:00 Tíðindaskriv

Sum flestum kunnugt hevur ósemja merkt Holocaustdagin í ár. Nám hevur higartil valt ikki at úttala seg alment um støðuna, sum í fleiri førum tykist at vera íkomin orsakað av misskiljingum og ógreiðum samskifti.

 

 

Í Námi harmast vit støðuna. Vit hava hugt at okkara leikluti sum yvirskipaður fyriskipari av minnisdegnum og síggja, at vit áttu at samskift bæði greiðari og betur við tey, sum vóru partur av degnum. Hetta hevur ført til misskiljingar og ørkymlan, og tað harmast vit um. 

Nám er ikki ein politiskur stovnur. Holocaustdagurin, sum m.a. hevur til endamáls at minnast tey, ið vóru offur fyri fólkamorð, er álagdur Námi at samskipa. Uppgávan hjá Námi er at samskipa dagin á einum neutralum grundarlagi. 

Trupulleikin við Holocaustdegnum kemur í mikumorgunin 15. januar, tá ið tað stendur leiðsluni í Námi greitt, at samrøðan, sum skal vera millum rithøvundin og Amnesty Føroya deild, fer at viðgera støðuna í Gasa. Av tí at ST enn viðger, hvørt kríggið í Gasa skal flokkast sum fólkamorð, og hóast ábendingar eru um tað, metti Nám, at vantandi niðurstøðan hjá ST gjørdi, at Gasa ikki hóskaði seg at vera partur av tiltakinum í ár, sum hevði fólkamorðið í Kambodja sum høvuðsevni. 

Nám viðurkennir, at vit áttu at havt hetta í huga, áðrenn avtala var gjørd við partarnar. Nám harmast eisini um, at tað ikki var samskift betur við partarnar, tá ið avtalan um at endurskoða rithøvundasamrøðuna varð tikin.

 

Eyðun Gaard, stjóri á Námi

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Alt byrjaði móti KÍ hjá nýklæktari HM-st…
Kappróðrarumstøður­nar í høgættini í Runa…
Søguligur dystur endaði við javnleiki
Upptakt: Skála-KÍ
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu