Lýsing
Lýsing
Lýsing
Politisku umboðini, sum umrøddu landbúnaðarmál á Búnaðarstevnuni í dag. Beinta Løwe var orðstýrari | Mynd: Jóhann Lützen

Bøndur ónøgdir á annars væleydnaðari Búnaðarstevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.02.2025 - 20:31 Mentan Politikkur Tíðindi

Búnaðarstevnan í 2025 varð aftur hildin í Varpinum og hevur boðið upp á framløgur, samveru millum landbúnaðarfólk og politiskt kjak. Símun Gullaksen, fyriskipari, tekur her samanum Búnaðarstevnuna 2025.

 

 

– ”Samanumtikið eydnaðist Búnaðarstevnan heilt fantastiskt. Tað var stuttligt at síggja so mong fólk leita sær í Varpið, og talið man hava táttað í 175. Framløgurnar vóru øgiliga áhugaverdar og viðkomandi. Høgni (Hoydal, blðm.) legði fram landbúnaðarpolitikkin í sonevnda Búnaðarpakkanum, sum er sendur til hoyringar, og annars var evnið landbúnaðurin og hvussu hann háttar sær”, greiðir Símun frá.

– ”Hetta gjørdi, at fólk vóru væl ílatin til politiska kjakið, og spurningarnir vóru av tí sama rættiliga beinraknir. Nøkur viðurskifti í landbúnaðarpolitikkinum eru grundleggjandi og verða tí neyvan broytt, men landsstýrismaðurin hevur heilt víst eisini fingið okkurt at taka við sær frá Búnaðarstevnuni. Sum heild haldi eg, at vit kunnu vera øgiliga væl nøgd við dagin í dag”, sigur Símun Gullaksen.

Um sjálvt politiska kjakið til endans, har Beinta Løwe var orðstýrari, sigur Símun:

– ”Tað grundleggjandi var spurningurin um ræðisrættindi. Tað snýr seg um, at tú sum festari hevur nøkur rættindi, men at tey rættindini eru avskeplað. Í staðin fyri at dagføra tann partin, so kenna fleiri festarar, at rættindini blíva enn meira avskeplað. Eitt nú segði Johnny í Grótinum, at talan var meira um matvørutrygd enn landbúnaðarpolitikk, har uppgávan um matvørutrygd verður áløgd bóndunum. Eisini varð komið inn á smávinnu, og búskaparligi týdningurin av smávinnu eigur at verða viðgjørdur á einum so mikið høgum støði, at tú virðir tey fólkini, ið hava valt sær landbúnað sum vinnuveg.”

Víðari sigur Símun Gullaksen: – ”Tað átti at verið tað minsta, sum politiska skipanin kundi gjørt, at tryggja, at karmarnir kring landbúnað eru nøktandi, soleiðis at bøndurnir hava eitt eksistensgrundarlag, og at tað er motiverandi at fáast við landbúnað, soleiðis at ung fólk kunnu fáast til at takast við landbúnað. Tað er serliga spurningurin um ræðisrættindi, sum vit mugu fokusera á”, greiðir Símun frá.

Til spurningin um, hvør fer at gera íløgur í bygningar v.m., um ein einaferð, tá ið ein fer úr vinnuni, ikki fær nakað serligt burturúr, svarar Símun Gullaksen: – ”Skipanin við festum er rættiliga margháttlig. Tú fært eitt festibræv, sum er tað sama sum at fáa loyvi til at reka eitt landbrúk. Nakrar ognir og nakrir bygningar fylgja við, og tað er tilskilað í festibrævinum, at tú skalt røkja hetta, gjalda fyri tryggingar, rinda fyri viðlíkahald, heilivág og fóður til djórini og so framvegis”, sigur Símun, og heldur fram:

– ”Tá ið bóndin so tekur avgerð um at gevast við landbúnaðinum og vil selja seg burturúr honum, so átti tað at verið eitt gott ískoyti til pensiónina. Men í staðin skalt tú betala heili 50% av inntøkuni í skatti, og tað omaná at tú hevur røkt hesa almennu ognina og goldið fyri tað sjálvur, og tað eiga øll at duga at síggja ikki er í ordan”, sigur Símun Gullaksen at enda.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis