Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin (frá Hilmari Kass) sýnir stóru sluppina Austerlitz FD 600. Væl stúvað fermdi hon 1200 skippund. Hon fekk radio í 1932 og telefon í 1947. Bartal Johansen í Kass av Strondum førdi hana í mong ár. | Mynd: Hilmar Kass

Karl Andreasen sigur frá

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  08.03.2025 - 13:47 Mentan Vinna

Karl Andreasen, Karl hjá Hildu, í Klaksvík segði á sinni hugtakandi frá, tá ið skipini fóru at fáa telefon.

 

 

”Summarið 1937 var eg í Grønlandi við Fossanesi. Hon var eitt av fáu skipunum, sum hevði telefon. Meðan vit lógu avhálaðir, fekk eg ein fyrrapartin at vita frá skiparanum, at pápi var deyður.

Fjarritið hevði hann júst fingið úr Føroyingahavnini, har tað hevði ligið í tríggjar dagar. Mamma hevði sent tað, og hon bað meg royna at fáa boðini til beiggja mín, Jóan Jakku, sum var við Austerlitz, ið eisini var í Grønlandi.

Sama kvøldið lagaði tað seg soleiðis, at bæði Fossanes og Austerlitz komu at liggja bak í ruskveðri í Holsteinsborgdýpinum. Skiparin tendraði telefonina og rópti boðini út í luftina. Austerlitz hevði radio, men ikki telefon. At teir lurtaðu, sóu vit alt fyri eitt, tí teir vundu flaggið á hálva stong.

Vit komu so heim úr Grønlandi við Fossanesi og løgdu at kaiini (Stóru kai) í Klaksvík, ið var vígd dagin fyri. Eg taki klæðssekkin og fari til gongu niðan á Vágsheyg. Trúgv mær ella ikki, men so løgið var tað, at eg og Jóan Jakku, bróðir, stigu á trappusteinin hjá mammu í senn.

Austerlitz hevði, sum sagt, ikki telefon, og vit vistu einku um teir. Nú vísir tað seg soleiðis, at teir vóru komnir á Strendur dagin fyri. Jóan Jakku ferðast yvir land og fer yvir um til Klaksvíkar við Almu.

Alma leggur at Olafsabrúgv (á Stongunum), og hann til gongu. Styttir sær um leiðina, fer yvir um bøin og kemur niðan millum húsini í somu løtu, sum eg kom til húsini hjá mammu.”

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir liggur til bronsu eftir sigur á…
B36-venjarin útnevnir NSÍ til FM-favorit…
Óbroytt í toppi og botni
Lekur sera illa í gamla skýlinum við Djú…
Myndarøð: KÍ vann 3-1 uttan sannfør­andi…
Veðrið í vikuni
Eyðun tekur út A-landsliðið í morgin
Mjølnir - TB í dag kl 14
Áheitan á Sirið Stenberg, lands­stýriskvi…
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Norðingar eru sera væl fyri í inniróðri
Linda Andrews á Summar Festivalin
StÍF hevði munin
Eingin klaksvík­ingur í FSF
Sigert afturvaldur til formann
Bæði góð og ring tíðindi fyri Norð­oyggja…
Gentur 14 vunnu silvur
Karl Andreasen sigur frá
Mjølnir vann silvur
Stjørnan tekur í móti StÍF í dag