Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Unn Glerfoss

Klaksvíkar Sjúkrahús er flaggskipið hjá ortopædiini

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.03.2025 - 11:30 Leiðarin Tíðindi

Í sambandi við at Klaksvíkar Sjúkrahús nú søkir eftir einum nýggjum høvuðslækna innan ortopædi, til at ganga á odda á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur Norðlýsið valt at hugleiða um, tá ortopædiin kom til Klaksvíkar Sjúkrahús og gav sjúkrahúsinum eina lyklaleiklut í føroyska heilsuverkinum.

 

Tað var Gordan Rajani, ortopædiskur yvirlækni, ið setti ferð á ortpædiska økinum. Í 1971 byrjaði Rajani á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og líka síðani hevur ortopædi verið høvuðsaktiviteturin á skurðsgongini á Klaksvíkar Sjúkrahús. Rajani var í Baltimore og lærdi seg at skifta skifta mjadnar. Hetta var í 1977 og fyrst í 1978 varð byrjað at skifta mjadnar, samstundis sum donsku sjúkrahúsini fóru undir hesa viðgerð.

Seinni varð farið undir at skifta knø og hevur Klaksvíkar Sjúkrahús verið førandi innan hesar skurðviðgerðir. Fólk eru komin úr øllum landinum, norður til Klaksvíkar at fáa viðgerð. Fyrstu tíðina varð nógv gjørt burtur úr hesum skurðviðgerðum. Sjúklingarnir lótu blóð til sín sjálvan, um tørvur var á at fáa blóðtransfusión aftaná. Tað var eitt dren í lærinum, har blóðið kundi renna út. Sjúklingarnir fingu alloplastikk mat og lógu í seingini og trenaðu við eini maskinu, sum fór frá song til song. Sjúklingarnir vóru innlagdir í 14 dagar. Tað var ein stór hending og skurðviðgerðin varð filmað og myndir vóru tiknar av teimum sjúklingunum sum høvdu fingið nýtt lið.

Seinni byrjaði Jákup Petersen, ortopædkirurgur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Rajani fór úr starvið í 1995 og tá var tað Jákup Petersen, sum við síni dugnaligheit og nærlagni, virkaði sum kirurgiskur yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Jákup Petersen fór úr starvi á Klakasvíkar Sjúkrahúsi í 2016. Tá kom polski læknin Pawel Gacki at starvast sum ortopædur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann starvaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frá 2016 til 2019. Pawel var sera væl dámdur og lættur at koma í samband við í gerandisdagnum. Tá Pawel fór frá, tók Poul Verner Madsen við sum høvuðslækni innan ortopædi. Frammanundan hevði Poul Verner starvast sum konsulentar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nærum 20 ár.

Og nú stendur Klaksvíkar Sjúkrahús á gáttini at fáa ein nýggjan serlækna í ortopædi. Poul Verner Madsen trappar spakuliga niður, samstundis sum ein nýggur serlækni í ortopædi so líðandi yvirtekur ábyrgdina. Lýsingin er farin út og er freistin at senda umsókn er týsdagin, 11. mars 2025. Um starvið verður nevnt, at komandi yvirlæknin fær møguleika at arbeiða á einum vælvirkandi, effektivum og fleksiblum sjúkrahúsi, har samstarvið millum fakbólkarnar er gott og har yvirlæknin í ortopædi kemur at deila arbeiðstíðina við ein skurðlækna í almennari kirurgi, umframt fyrsta árið við núverandi yvirlækna í ortopædi, Poul Verner Madsen.

Afturat fasta kirurgiska yvirlæknanum, eru aðrir serlæknar javnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eitt nú starvast Carina Klippmark á sjúkrahúsinum nakrar vikur um árið. Hon hevur skift liðir út her síðani fyrst í 2000. Umframt hana, eru eisini serlæknar innan akslakirurgi og ítróttarkirurgi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við jøvnum millumbili. Teir starvast til dagligt á stórum sjúkrahúsum í Danmark.

Ortopædiska sergreinin hevur hepnast væl á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og hava bæði læknar og sjúkrarøktarfrøðingar røkta hetta serøkið sera væl. Hetta skapar eisini nógv avleitt virksemi. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eitt nú einasta beinbanka í Føroyum, har liðir frá mjadnaskurðviðgerðum verða frystir og seinni pulveriseraðir. Hesir verða so brúktir sum sement til aðrar lið-skurðviðgerðir í Sjúkrahúsverkinum. Somuleiðis er nógv endurvenjing staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og fysio- og ergoterapiin er seinastu árini ment nógv og hevur fingið betri hølisumstøður.

Lýsingin eftir yvirlækna sæst her: Overlæge i ortopædi, med bagvagtsfunktion, til Klaksvik Sygehus - Sjúkrahúsverkið

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Sjúkra­hús er flaggskipið hjá…
Opið hús við kvøldsetu og kunning
Seks KÍ-leikarar á lands­liðnum
Klakkur hevði 295 tons
Mjølnir liggur til bronsu eftir sigur á…
B36-venjarin útnevnir NSÍ til FM-favorit…
Óbroytt í toppi og botni
Lekur sera illa í gamla skýlinum við Djú…
Myndarøð: KÍ vann 3-1 uttan sannfør­andi…
Veðrið í vikuni
Eyðun tekur út A-landsliðið í morgin
Mjølnir - TB í dag kl 14
Áheitan á Sirið Stenberg, lands­stýriskvi…
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Norðingar eru sera væl fyri í inniróðri
Linda Andrews á Summar Festivalin
StÍF hevði munin
Eingin klaksvík­ingur í FSF
Sigert afturvaldur til formann
Bæði góð og ring tíðindi fyri Norð­oyggja…