Lýsing
Lýsing
Lýsing
Peter Holm er cand merc í fígging og roknskapi Hann eigur og rekur fyritøkuna Hólm Corporate Finance, sum ráðgevur í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum í Føroyum og norðurlondum.

Allur bati bøtir, Hans

SKRIVAÐ: Petur Holm  |  10.03.2025 - 18:42 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Tá ein so væl lærdur maður, sum Hans Ellefsen, tekur so rívan til og brúkar so áleypandi orðaval, so hevur man helst rakt eina nervu. Ella er hann helst ikki vanur við, at ivi verður sáddur um tað, sum hann førur fram.

 

Tá tað er sagt, so er tað tó týðiligt, at Hans bakkar nakað í sínari nýggjastu grein. Í fyrru greinini, sum var almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Setrinum var sagt: “í hesi greinini fari eg at greiða frá einum triðja máta at loysa trupuleikan við manglandi haldførinum við at taka allan eyka vinningin inn frá fiski- og alivinnuni”. Men nú sigur Hans: “Og tað er heldur ikki ætlanin at seta loft á vinningin hjá fiski- og alivinnuni og at alt sum fer uppum 6% skal innkasserast av skattavaldinum“.

Tað var so altíð ein byrjan!

Umframt hetta, so sigur Hans nú, at hetta sum hann skrivar – og tað má so helst verða á heimasíðuni hjá Setrinum og í hesi síðstu greinini – er ikki almenna meiningin hjá Setrinum, men er hansara egna meining.

Tað var eisini gott!

 

Viðmerkingar til viðmerkingar frá Hansi

Hans metir, at eg brúki cherry picking, tá eg komi fram til eitt miðal rakstraavkast á 13,5% og eitt ognaravkast á 10%. Eg vísi hinvegin í fyrru greinini á, at eg meti, at Hans ger ein feil, tá hann ger útrokningar fyri allar fyritøkur í Føroyum. Eg havi í mínum útrokningum objektivt funnið fram til 10 tær stórstu fyritøkurnar í Føroyum, sum eru føroyskar, sum eru uttanfyri fiski- og alivinnuna, uttanfyri almenna geiran, uttanfyri fíggjargeiran og sum ikki eru fíggjarlig holdingfeløg. Hendan samanberingin er eftir míni hugsan rættari, enn samanberingin hjá Hans.

Hinvegin, so eru hesi tølini als ikki áhugaverd til annað enn eina samanbering, tí har er ongin tilfeingisrenta, sum kann ella skal gerast upp.

Hans sigur eisini, at eg pástandi, at fyritøkurnar í fiski- og alivinnuna taka ein stóran váða. Tað metir hann ikki, at tær gera. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu hann kemur fram til tað?

Eg skrivi tó ongastaðni, at tær taka ein stóran váða, hóast eg dugi at síggja, at tær helst gera tað. Eg sigi hinvegin, at samanhangur má vera ímillum váða og vinning og at tað tí ikki gevur meining at leggja eitt evstamark fyri vinningin hjá hesum fyritøkum, soleiðis sum Hans sigur í fyrru grein síni. Gamaní, hann hevur tíbetur nú broytt meining, og sigur nakað annað í seinnu greinini.

Hans heldur, at eg skilji ikki ímillum virkisbúskap og tjóðarbúskap. Lat meg sláa fast, at tjóðarbúskaparligu inntrivini, sum Hans talar fyri, hava longu fingið og fara í enn størri mun, um tey verða herd, soleiðis sum hann ynskir, at hava eina neiliga ávirkan á virkisbúskapin í fiski- og alivinnuni. Hetta fer so aftur sum frálíður, at hava eina neiliga ávirkan á føroyska tjóðarbúskapin.

 

Fortreytirnar hjá Hansi

Hugtakið “fólkins ogn” er berandi fortreytin undir nógvum av tí, sum Hans førir - og hevur ført fram. Hetta hugtakið kom upprunaliga inn í lógina um vinnuligan fiskiskap sum eitt politiskt hugtak, uttan tann stóra týdningin, og sum skuldi vísa, hvør í síðsta enda varðaði av sjótilfeinginum. Hetta hugtakið er síðani av ávísum búskaparfrøðingum og politikarum skrivað og tulkað sum eitt ítøkiligt og operationelt hugtak, sum ber minnir um eitt Sovkhóz, har bóndin í er í starvi hjá statinum. Hetta gevur so Hansi rættin til at definera, hvar vinningurin hjá ali- og fiskivinnuni í mesta lagið kann liggja. Munurin ímillum statsliga, kollektiva bóndagarðin og ali- og fiskivinnuna er tó, at í ali- og fiskivinnuna eru tað reiðarin og alarin, sum enn hava váðan, ímeðan landið, sambært Hans, kann áseta mesta vinningin.

Hans ger eina sambering við norsku oljuvinnuna. Her er veruleikin tó bara, at fiskur hevur stert - hann flytur seg. Hartil, so gýtur fiskur - hann endurnýggjar seg, sum tilfeingi. Hetta kann ikki sigast um olju, so samanberingin er ikki heilt nýtilig. Tá talan er um aling, sum jú er ein framleiðsluvinna burturav, so er samanberingin heilt burturvið.

Í seinastu greinini brúkar Hans orð sum “hevði verið tað besta fyri allar partar” og hann nevnir fleiri ferðir rættvísi. Eitt rættvíst býti og ein rættvísan búskap. Hetta eru sera “holdningsbaseraði” orð og setningar, sum ikki hava búskaparligt grundfesti. Rættvísi er ikki búskapur ella búskaparlæra. Rættvísi kann vera so nógv og er tengt afturat egnum meingingum og áskoðanum. Rættvísi fyri summi er t.d. at ognarrætturin verður virdur og fyri onnur, at hann ikki verður virdur. Tá Hans blandar hetta uppí sínar búskaparligu greiningar, falla tær til jarðar, sum frøði og gerðast meira ein spurningur um meiningar og politik.

 

Marknaðarbúskapurin hjá Hansi ber ikki til

Hans kemur aftur og aftur til uppboðssøluna – hetta sum hann nevnir marknaðarbúskapin. Nú tá Adam Smith kom á breddan í síðstu greinini hjá Hansi, so kann nevnast, at ein marknaðarbúskapur – ein fríur marknaður - hevur nakrar fortreytir. Tær eru fleiri enn tær, sum eg nevni her, men av týdningi eru, at avtalur verða gjørdar millum partar við teirra fría vilja, at staturin hevur onga ella eina minimala ávirkan og at kapitalur kann flóta frítt millum partarnar.

Uppboðssølan av fiskirættindum, sum var roynd fyri nøkrum árum síðani livdi ikki upp til hesar fortreytir og var tí á ongan hátt ein fríur marknaður ella ein marknaðarbúskapur. Orsøkinar vóru, at uppboðssølan var stýrd av statinum – av Fiskimálaráðnum.  Umframt hetta, so sigur grein 3, stk 3 í lóg um sjófeingi, at fiskirættindi ikki kunnu pantsetast. Hetta er ein greið kapitalavmarking í mun til ein frían marknað.

Uppboðssølan var tí meira ein roynd at fáa pening í landskassan, uttan at kalla royndina ein serskatt ella ein brannskatt, heldur enn at skapa ein marknaðarbúskap ella ein frían marknað við fiskiloyvum.

Áðurnevnda áseting í grein 3, stk 3 hevur haft heilt aðrar neiligar avleiðingar fyri føroysku fiskivinnuna, men umrøðan fer at taka ov langa tíð her og er uttanfyri hetta evnið.

 

At enda

Hans sigur, at síðani 2011 hevur landið tikið tøku- og veiðigjøld frá ali- og fiskivinnuni – at hesar vinnur hesi árini eru vorðnar serskattaðar. Hann sigur so víðari, at tað í sjálvum sær er ein viðurkenning av, at har er ein eyka vinningur og at reiðarar og alarar hava viðurkent hetta.

Eg eri rættuliga sannførdur um, at hetta er at fara lætt um veruleikan og at koma til eina lætta niðurstøðu. Veruleikin er tann, at serskattirnir og brannskattirnir síðani 2011 einans eru ein staðfesting av, at Løgtingið hevur myndugleika til at áleggja allar teir skattir og øll tey gjøld, sum ein meiriluti í Løgtinginum samtykkir.

Í sjálvum sær er hetta ikki nøkur staðfesting av einum eyka vinningi. Tað er heldur ikki ein staðfesting av nøkrum objektivum eyka skattagrundarlagið, sum Hans kallar tilfeingisrentan. Tað er onki annað ein staðfesting av rættinum hjá Løgtinginum at áleggja allar teir skattir, sum semja kann finnast um í okkara parlamenti.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fer at seta seg væl inn í lógaruppskotið…
Klaksvíks­ráð­harri umsitur 1/­3 av fíggjar…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Løgmaður tilnevnt nýggj lands­stýris­fólk
Allur bati bøtir, Hans
Klaksvíkar Sjúkra­hús er flaggskipið hjá…
Opið hús við kvøldsetu og kunning
Seks KÍ-leikarar á lands­liðnum
Klakkur hevði 295 tons
Mjølnir liggur til bronsu eftir sigur á…
B36-venjarin útnevnir NSÍ til FM-favorit…
Óbroytt í toppi og botni
Lekur sera illa í gamla skýlinum við Djú…
Myndarøð: KÍ vann 3-1 uttan sannfør­andi…
Veðrið í vikuni
Eyðun tekur út A-landsliðið í morgin
Mjølnir - TB í dag kl 14
Áheitan á Sirið Stenberg, lands­stýriskvi…
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Norðingar eru sera væl fyri í inniróðri