Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðborg settið á vrakið av Helenu

SKRIVAÐ: Janus Joensen  |  17.03.2025 - 12:40 Kykmynd Tíðindi

Fyribils metingarnar, ið vórðu gjørdar á staðnum, siga at helst hevur vrakið flutt seg eitt vet inneftir og niðan í brekkuna, ið er frammanfyri skipi

Dagurin í gjár var heilt ómetaliga góður. Hava næstan ikki orð fyri hesum. Frá morgunstundini var rokan í fjøruni við at gera klárt, at seta á vrakið av Helenu, ið liggur á Borðoyavík. Ætlanin er at fáa vrakið nakrar metra grynri at liggja.

Seinnapartin kom Jón Rasmussen, skipari, við manning sínari inn á víkina við stásiliga skipinum Norðborg fyri at seta á vrakið. Eftir at hava hiva í trossarnar og flutt seg og vónandi vrakið nakað inneftir, varð avgjørt at steðga á, soleiðis at ein meting kann gerast av hvussu vrakið hevur flutt seg.

Fyribils metingarnar, ið vórðu gjørdar á staðnum, siga at helst hevur vrakið flutt seg eitt vet inneftir og niðan í brekkuna, ið er frammanfyri skipi. í dag ella í morgin senda menn ROV´ar niður á vrakið, at filma og staðfesta hvussu støðan er niðri á botni..

At sleppa at brúka ein dag saman við slíkum pressarum er ein gáva.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fy…
Íslendski forsetin kemur til Klaksvíkar…
Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thom…
Sylvia Thomsen umboðaði Klaksvíkar kommu…
Amanda Hansen 100 ár
Óstabilitetur úti í heimi krevur stabili…
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
Vágbingur er bílagdur til 2028
Søguligur dagur á TSK
Kósin besta úrslit nakrantíð
Summar­blaðið í gerð
Útivikan 2026
Jeff Landry: Vil arbeiða fyri at gera Gr…
8.019.600.000.000 kr
Nýggj regla hevur longu avgjørt lagnuna…
Myndarøð: KÍ kvinnur - 07Vestur (5-1)
Samleikin verður styrktur 
Konsertir í Leirvíkar Bátasavni og Ribar…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Nøglin: Hvør er besta manning 2006 - 202…