Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

NSÍ ynskir at spæla Conference League í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  20.03.2025 - 22:34 Ítrottur Tíðindi

Kanska spæla trý av fýra liðum sínar altjóða heimadystir fyrstu tvey umførini í Klaksvík í 2025.

KÍ hevur síðani 2021 spælt sínar heimadystir í Klaksvík fyrstu tvey umførini, har loyvið er, meðan Víkingur síðstu tvey árini eisini hevur spælt altjóða dystir í Klaksvík.

Nú er møguleiki, at eitt lið legst afturat. NSÍ hevur sent eina umsókn inn til Klaksvíkar kommunu, men enn hevur felagið ikki fingið svar. Tað váttar Karstin Joensen, formaður, fyri Norðlýsinum. Tó kann tað blíva ein trupulleiki, um KÍ og NSÍ trekkja heimavøll sama dag í Conference League, tí eingin dystur skal verða á vøllinum dagin fyri dyst og tí ber ikki til at spæla dag um dag. Men gera tey ikki tað og Klaksvíkar kommuna sigur ja, so fara trý av fýra feløgum at spæla sínar heimadystir í Klaksvík í 2025.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…