Týdningarmikil sigur til Stjørnuna
Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá kvinnurnar hjá Stjørnuni og EB brustu saman í KÍ-høllini í kvøld. Tað gekk javnt á gjøgnum allan dystin, liðini skiftust um at hava leiðsluna, og tá farið varð til hálvleiks, var støðan 16-15 til EB.
Stjørnuliðið var nakað skert undan dystinum, við tað at Julia Nalviko ikki var við, og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari hjá heimaliðnum, tá Jancy J. Poulsen beint fyri hálvleik, fekk reyða kortið.
Gogndin var tann sama gjøgnum alla seinna hálvleik, tað gekk javnt á, tó var tað Stjørnan, sum hevði hug at hava munin. Tær stríddust tær rættiliga væl gjøgnum allan seinna hálvleik, og ungur leikarnir, sum komu á vøllin, stóðu seg væl Tað er onki at taka seg aftur, at stóri leikara hjá Stjørnini í kvøld var Mina S. Henriksen. Hennara ráðstyrki kom rættiliga til sjóndar í seinna hálvleiki, verjan hjá EB hevði stórar trupuleikar at steðga henni. Umframt at Mina gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 13 málum, so hevði hon nakrar sera góðar fríspælingar inn á strikuna.
Seinastu løtuna hevði Stjørnan hug at draga frá, og endaði dysturin við einum 31-28 sigri til Stjørnuna.
Við sigrinum yvirhálaði Stjørnan EB á stigatalvuni, og liggur nú at sætta plássi, sum gevur atgongd til endaspælið. Stjørnan hevur 8 stig, meðan EB hevur 7 stig. Tað er bert eitt umfar eftir at leika av innleiðandi kappingini, og skal Stjørnan í seinasta umfarinum til Vágs at leika ímóti VB, meðan EB skal til Skála at leika ímóti StÍF.
Málini hjá Stjørnuni í dagsins dystu skutu: Mina S. Henriksen 13, Tóra Eliasen 6, Ella L. Samson 4, Durita K. Ljóssstein 3, Jancy J. Poulsen 3, Joan Sørensen 2, Osla Egilsdóttir Berg 1 og Hanna Brandal 1