Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggj nevnd, nýggj heimasíða og nýtt búmerki

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.03.2025 - 08:39 Tíðindaskriv

Leygardagin 22. mars hevði fosturforeldrafelagið aðalfund, og nógv fosturforeldur vóru á aðalfundi.

 

 

Tað er veruliga at gleðast um, at tað legst afturat við fosturforeldrum, sum fegin vilja verða virkin í nevndararbeiðinum.

Á aðalfundinum vóru hesi vald í nevndina:

  • Annlis Bjarkhamar,
  • Herdis Justesen
  • Birna T. Gunnarsson
  • Randfríð Skorheim Sørensen
  • Marjun Sørensen

 

Sum eykaumboð vóru hesi vald:

  • Steinvør Albinus
  • Annbjørg Abrahamsen
  • Eyðgerð Nattestad Hansen
  • Katrin Patursson

 

Nývalda nevndin fer við góðum treysti til verka, tí tørvur er veruliga á at seta bæði umstøður hjá fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, á skrá.

 

70% til fosturs

Nýggjastu tølini fyri, hvussu nógv børn eru sett heiman, eru frá 2023. Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.

70% av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða.

Fosturforeldur eru tí ein sera týðandi partur í arbeiðinum hjá barnavendartænastunum, tá ið tað kemur til umsorganarsvikin børn.

 

Nýggja heimasíðu og nýtt búmerkið

Fosturforeldrafelagið hevur fingið nýggja heimasíðu www.fosturforeldur.fo og nýtt búmerkið, sum VIRKA hegnisliga hevur sniðgivið. Hetta er alt liður í arbeiðinum at gerast meira sjónlig, og at varpa meira ljós á tað at vera fosturforeldur.

Búmerkið ber boð um, at fosturforeldur opna teirra heima og hjarta fyri børnum, sum hava tørv á umsorgan og tryggleika.

 

Áheitan á landsstýrsmannin í barna- og útbúgvarmálum

Aðalfundurin var á einum máli um, at tørvur er á at eftirmeta fosturforeldraskipanina og tí er tað okkara vón, at politiski myndugleikin sum varðar av barnaverndarøkinum setur gongd á arbeiði at eftirhyggja allar tættir í fosturforeldraskipanini.

Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini. Áheitanin frá aðalfundinum verður við hesum send víðari til landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum Djóna Nolsøe Joensen, um at fáa sett gongd á at eftirmeta fosturforeldraskipanina - ongantíð ov skjótt.

Fosturforeldrafelagið vil fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kós & ferð
KÍ kvinnur - 07Vestur - 8-0
Lívsins loyndarmál           
J&K Petersen staðfestir góðu gongdina
Umsetningu­rin høgur meðan yvirskotið tód…
- Sjókovin byggir brýr
Myndarøð: Ráðstevna um fiski- og alivinn…
Veðrið um vikuskiftið
KÍ hevur økt talið av U17-lands­liðsleika…
Ritsalon í Gallarí Havnará
Fiski­skapur  -frøði og vitan
Søkjast kann eitt aliloyvi at ala á sjób…
Søkjast kann um aliloyvi at ala lívfisk…
Nýrafelagið boðar til aðalfund
Ummæli: Tá hvørt ljós líkist tær
Kommunu­felagið hevur aðalfund
Mjølnir vendi 0-2 til 3-2 og vann sjeynd…
Neyðtilbúgving undir arbeiðssteðgi
Mjølnir bussurin koyrir av Sandinum kl 1…
Mjølnir vaflur í Mylnuhúsinum