Kós & ferð
Hin gitni Mahatma Gandhi segði einaferð: „Eg havi onki ynski um at búgva í einum húsum, vard av pansaramúrum og afturlatnum gluggum. Vindblak úr øllum heimsins heraðshornum skulu hava frítt at fara í heimi mínum, men onki teirra sleppur kortini at taka meg av fótum. Eg verði standandi í egnum jørðildi – á egnari grund.“
Onki er nýtt undir sólini, heldur ikki at stríð og ósemjur, við ávísum millumbilum, á ymsum støðum, taka seg upp kring um knøttin. Tað sveiggjar javnt og samt, og í løtuni blása brúnasíðir vindar í verøld. Soleiðis hevur tað mangan verið, men talgildi frekvensurin í okkara tíð ger ósemjur meiri nærverandi. Fólkaræði verður hótt á mongum mótum, og diverse autokratar, meiri og minni treiskir og eirindaleysir, eisini í fólkaræðisligum kostumum, smæðast ikki heldur fyri at fara um suveren landamørk í strembanini eftir at basa demokratinum sær og sínum til fyrimunar.
Háttvirda samkoma. Háttvirdu borgarstjórar og bý- og bygdaráðslimir. Hjartaliga vælkomnir til aðalfund hjá Kommunufelagnum, sum er hin tólvti í røðini, síðan allar kommunurnar í landinum tóku seg saman í eitt og sama felag í 2014. Eftir kommunuvalið í heyst skipaðu bý- og bygdaráð seg til at taka við umboðandi valdinum um árskiftið 2024/25. Fólkaræðið hevði enn einaferð sigrað, og kommunurnar – hesar berandi súlur undir føroyska samfelagnum - kunnu halda fram við at flyta okkum framá í virknaði og menningarhugsan.
Sæddur í søguligari slóð er samfelagsbygnaðurin í Evropu og um okkara leiðir rættiliga nýggjur. Kommunur og nationalstatir eru lutfalsliga ung fyribrigdi. Orðið kommuna er tikið frá latínska orðinum, communis, sum ikki merkir annað enn feli, at eiga okkurt í felag. Fraklendingar læntu latínska heitið og róptu fyribrigdið commune. Nógv er sagt og skrivað um hesi viðurskifti, eisini í Føroyum, men í Manifestinum hjá Karli og Fríðriki - frá 1848 - verður kommunan lýst sum úrslitið av eini søguligari prosess. Tað er ivaleyst rætt, og ein týðandi hending á leiðini var uppreisturin hjá íbúgvunum í fronsku høvuðsborgini, París, í 1871, sum hevði við sær stovnanina av hini gitnu Parísarkommununi. Henni var ikki langt lív lagað, men hon fekk kortini stóran týdning fyri eftirtíðina sum løðasteinur á eini drúgvari ferð fram til høpini, ið vit kenna sum berandi skorðar undir samfelagnum í dag. Kommunan er staðfest í donsku grundlógini (§ 82), og í Føroyum er hon fyriskipað í lóg (Kommunustýrislógin).
Kommunufelagið er megin- og áhugafelag hjá kommununum. Virkar fyri áhugamálum av felags áhuga, meðan tær 29 kommunurnar hvør í sínum lagi taka sær av egnum málum sambært staðbundnum tørvi og visiónum. Fyri meginfelagnum stendur kommunala frælsið sum ein støðugt brennandi kyndil í politisku havsbrúnni at stýra eftir. Tað er felagsins skylda at virka fyri átøkum og áhugamálum, sum gagna kommununum, og ikki minst at verja tær fyri møguligum álopum uttaneftir, nú tær liggja undir øðrum myndugleika í samfelagnum, sum hevur lóg- og kunngerðarrættindi – løgtingi og landsstýri.
Á aðalfundinum fyri tveimum árum síðan varð kunngjørt, at farast skuldi undir eina eftirmeting av bygnaðinum í felagnum. Orsøkirnar vóru fleiri, men tað, sum mestur tørvur var á, var at demokratisera felagið, soleiðis, at allar kommunurnar í landinum stóðu javnbjóðis í mun til hvørja aðra. Í fyrstu atløgu snúði tað seg um, at allir teir 29 borgarstjórarnir møta í plenum, á borgarstjórafundum, heldur enn bert teir 13, sum hevði verið skipanin síðan samanleggingina. Formansskapurin er víðkaður, KAF er umskipað nakað og barnaverndin hevur fingið eina politiska nevnd, og harumframt er eitt samstarvsráð millum hesi høpini skipað. Sum gongdin hevur verið í samfelagnum hesi seinastu nógvu árini, við økta kommunala leiklutinum, er ongin ivi um, at felagið nú er brynjað til framtíðina.
Síðan barnaverndin, dagstovnaøkið og eldraøkið vórðu flutt frá landinum til kommunurnar at reka, er kommunali parturin av samfelagnum vorðin ein annar og so týðandi, at tað yvirhøvur er vorðið soleiðis, at kontaktflatan millum borgara og myndugleika nú í stóran mun liggur í kommunalum regi. Hetta sæst eisini aftur í búskapinum, nú kommunurnar eru ein størri innkrevjari av persónsskatti enn landskassin, hóast avgerandi munin millum javna og stígandi skattaáløgu. Landskassin hevur kortini onnur amboð at taka pening inn frá borgarunum, men ein sannroynd er tað, at um seinasta aldamót, fyri á leið fjórðingsøld síðan, var landsbúskapurin væl meira enn fýra ferðir størri enn kommunubúskapurin, og í dag er landsbúskapurin bara á leið tvær ferðir størri enn búskapurin hjá kommununum. Hetta sigur nakað um vaksandi týdningin, sum kommunurnar hava havt í áhaldandi menningini í føroyska samfelagnum.
Í samgonguskjalinum “Saman eru vit sterk”, sum verandi samgonguflokkar skrivaðu undir stutt fyri jól í 2022, er orðið kommuna ikki nevnt við einum orði. Orsøkina kenna vit ikki, hóast tað er almenn vitan, at kommunurnar í gerandisdegnum samskifta væl meiri við landsins borgarar enn landsgeirin. Kortini hoyra vit javnan um ætlanir hinumegin borðið, sum av álvara kunnu ávirka støðuna hjá kommununum í eini ókendari framtíð.
Nógv hevur verið tosað um fíggjarligt regluverk, serliga frá almennari síðu, hesi seinastu árini. Ætlanin hevur verið at skekla samfelagsíløgurnar saman, almennar og kommunalar, í eina fasta samvunna legu. Bý- og bygdaráð leggja sínar fíggjarætlanir einaferð um árið, kann ætla at øll royna sum frægast at trimma raksturin so frægt, sum til ber, eisini fyri at nakað væl er eftir til íløgur. Tað eru í stóran mun íløgurnar, sum flyta okkum fram á leið. Kommunurnar standa fyri einum stórum parti av fundamentalu undirstøðuni í landinum – vegir, gøtuljós, útstykkingar, ítróttafasilitetir, vatn, havnaløg, lendingar, mentanarrúm o.s.fr. - og fyri framman liggja stórar íløgur í skúlar, dagstovnar og fasilitetir á eldraøkinum. Alt alneyðug samfelagshjól, sum ikki fáa bíðað eftir inertii og stongdum frymlum í almennum Excel-ørkum. Tí fáa kommunurnar ikki lagt sítt fíggjarliga frælsi undir hina almennu falløksina.
Viðvíkjandi eldraøkinum og framroknaðu demografiini er tað sólarklárt, at trýstið á tí økinum fer at vaksa munandi, sum frá líður. Galdandi fíggingarlykil fer ikki at standa fyri trýstinum. Hvørki til rakstur ella íløgur. Skuldarmarkið er hækkað við afturberingini frá landinum, men í veruleikanum loysir tað onga avbjóðing, tað hevur møguleikin fyri at hækka egingjøldini á eldraøkinum hinvegin gjørt í ein ávísan mun. Í eftirmetingini av eldraøkinum var nevnt, at ein leið at ganga kundi verið at lækka rentustuðulin, at lækka botnfrádráttin í skattinum, og at kommunurnar fáa alt MVG´ið afturborið á sama hátt sum stovnar undir landinum. Alneyðugt er, at partarnir seta seg saman aftur, sum skjótast, fyri at fáa fíggjarligt haldføri yvir tíð inn í serliga eldraøkið, annars kann tað skjótt fara at standa á gomlum nøglum í hesum geiranum. Alt ov lítið verður bygt út á økinum, tí má rúmið til kommunalar íløgur vaksa, um hendan avreiðingin frá landinum í 2015 skal eydnast, sum tað sømir seg fyri eitt vaksandi tal av borgarum, ið hava og fara at hava tørv á tilboðum á hesum økinum. Avbjóðingin er ikki ókend, táið framrokningar siga okkum, at talið av borgarum omanfyri 80 ára aldur fer at tvífaldast hiðani og fram til 2040. Í 2020 vóru tey 2.270, í 2030 vera tey 3.500 og í 2040 vera tey á leið 4.500 í tali.
Tíðum samskiftir Kommunufelagið kortini við Landsstýrið, og yvirhøvur hevur tað verið til frama fyri tær loysnir, ið semja hevur verið um. Kortini liggja ætlanir á loynum í landsgeiranum, ið kunnu fáa avgerandi avleiðingar fyri kommunukassarnar. Orðaskiftið um 37 tíma arbeiðsviku er fánað nakað í seinastuni, men roknað er út, at bara tann eina avgerðin hevði kostað kommununum á leið 200 milliónir krónur árliga, og eitt andstøðuuppskot nú ein dagin, um møguleikan fyri at hækka botnfrádráttin hjá kommununum upp til landsmarkið á 65 túsund krónur, hevði kostað kommununum hundraðtals milliónir árliga - um undirtøka fekst fyri uppskotinum.
Kommunufelagið hevur verið virkið í Barnaverkætlanini hjá BUMR, og at kalla einasta úrslitið higartil er Familjudepilin, eitt høpi sum vit strongdu á at fáa loyst, eftir at ein játtan í fleiri ár hevði staðið við fleiri milliónum krónum á løgtingsfíggjarlógini til endamálið uttan virknað. Eftir at ein skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkur, við kommunalari luttøku, legði fram álit um málið, var høpið, eftir samráðingar millum partarnar, veitt frá landinum til kommunurnar at reka. Arbeitt verður í hesum døgum av øllum alvi við at fáa virknað í hendan leingi saknaða depilin.
Tíðum verður havt á tungu í Kommunufelagnum, at avgreiðslutíðirnar hjá landsstovnum eru alt ov drúgvar. Matrikuleringin verður ofta nevnd, og tað er darvandi fyri menningina kring um landið, at tað kann taka upp í ár at fáa eina matrikulering frá hondini. Í mun til kostnaðin er tað óskiljandi, og alt bendir á, at júst hetta økið átti at verið uppstigað við arbeiðmegi, sum kundarnir, fyri tað mesta kommunurnar, koma at bera kostnaðin av og fyri.
Kommunufelagið skal virka konstruktivt í gerandisdegnum, men neyðugt er áhaldandi at vera á varðhaldi og verja fyri álopum, ið kunnu skeikla lunnarnar undir staðbundna møguleikanum fyri at fáa alt at ganga upp.
Kommunufelagið hevur í fleiri ár tikið lut í bólkum, ið hava til endamáls at skipa orkupolitikk landsins. Eitt semjuskjal kom í eyga, og enn er ein bólkur virkin, ið hevur til endamáls at avgreiða tað seinasta punktið í upprunaliga semjuskjalinum (pkt. 10). Enn er semja ikki fingin um málið, evsta mál er nú sett til 1. mai í ár, og tað er ongin loyna, at vit sum kollektivir eigarar av samhaldsfasta orkufelagnum Sev til eina og hvørja tíð fara verja støðuna hjá felagnum. Á seinasta eykaaðalfundinum hjá Sev var ein roynd annars gjørd til tess at umskipa felagsskapin nakað, serliga í nevndarhøpi, men hóast uppskotið vann frama hjá einum vanligum meiriluta á fundinum, so fall uppskotið, táið serligur meiriluti skuldi til fyri at tað kundi vinna frama. Kortini var á sama fundi full semja um soljóðandi uppskot: “Eykaaðalfundurin áleggur ta fyrst í komandi ári nývaldu nevnd felagsins innan 2 ár at koma við uppskoti til nýggjar viðtøkur fyri felagið.” Málið verður nú sett á skrá í SEV-nevndini, og ætlanin er at leggja fram uppskot um hetta, áðrenn tvey ára skotbráið er runnið.
Ofta verður sagt, at europeisk siðing byrjaði, táið Odysseus flotaði út frá lunnunum í Ithaka. Hann var sannførdur um, at bert hann, ið leitar upp fremmant umhvørvi, hevur møguleikan fyri at finna seg sjálvan. Kommunurnar, og tey sum manna bý- og bygdaráð, leita í tí ókenda eftir framtíðini hvønn dag. Vit ræðast ikki fyri at finna okkum sjálvi í hinum fremmanda og ókenda.
Um dagarnar ganga eldri embætismenn fram á torg, og eftir at hava sitið á almennu rókunum í mansaldrar, á markinum til pensiónaldur, hevur svartskygni hertikið teir. Okkurt má gerast við almenna og kommunala bygnaðin, halda teir, og ivaleyst hava teir rætt. Í havsbrúgv teirra sortnar tað áhaldandi, og í teirra optikki bíða vit bara eftir ørvarendanum. Avgrundini. Løgmaður er samdur, men hann ætlar at skunda sær seint saman við egnum troppum. Tær 29 kommunurnar eru neyvan trupulleikin, tær hava ta einu álíkningina sum mark fyri víðkan, meðan tað ikki møtir hjá landsgeiranum, fyrrenn trot og kreppa standa fyri durum. Umsitingar og fyrisitingar skulu ikki vera størri enn neyðugt, alt annað er misbrúk av skattafæi, tað ræður bara um at veita tær tænastur, sum borgarin hevur brúk fyri í gerandisdegnum. Hinvegin eru kommunurnar altíð tøkar til at gerast ein partur av uppbyggjandi samstarvi á hesum mótinum, at fáa neyðuga javnvág ímillum hin almenna/kommunala og hin privata partin av føroyskum búskapi.
Júst hetta orðaskiftið minnir meg aftur á prædikuna hjá Viderø presti í Havnar kirkju ólavsøkudag einaferð í 50´árunum: “Ja, nógv ræður um tykkum stavnabúgvar, um henda siglingsferð skal eydnast ella ikki – tað ræður um at standa støðugt á varðhaldi, at líta út so víðan og djúpt inn í náttarmyrkrið og kavaroksódnirnar, allar vegir, har vandar liggja á loynum – einans hugsa um at finna veg og ryðja rás og ikki unna sær matnáðir ella blund í eyguni – ein rættur stavnabúgvi skríður í skræðuni – “thi nidkærhed for dit hus har fortæret ham” – hann hevur sum fyrimynd Móses, ið valdi heldur at tola ilt saman við fólki Guðs enn at hava eina stutta syndanjóting í Egyptalandi, og hann ber glaður sjálvur hin størsta saknin.”
So trivaligur, sum hin kommunali leikluturin er vorðin í føroyska samfelagnum, ber til at staðfesta, at tørvurin á einum magnfullum kommunufelag ongantíð hevur verið størri enn tað sama. Væl skikkaða manningin á skrivstovuni leggur alla orku í at dugna politiska partinum av felagnum, og fyri formansskapin fái eg ikki annað enn takka teimum fyri alla ta fakligu hjálp og ráðgeving, sum tørvur hevur verið á undir skiftandi umstøðum yvir tíð.
Reductio ad absurdum. Fyri mong kennist tíðin, sum eru vit flutt aftur í fullkomið meiningsloysi. Heimsskipanin, sum vit kendu hana, gøllhildin í skrivaðum og óskrivaðum semjum, tykist vera farin úr spónalagnum. Stríð er í Europu, í Miðeystri, geopolitisku vøddarnir rulla á máttmiklum monnum, tað ræður um rúm og ræði. Ekspansivi forsetin í samveldisríkjunum USA leitar eysturyvir og dyrgir fyribils við góðum og gávum eftir hini grønlendsku fólkasálini. Politiskt er tann royndin miseydnað, nú allir flokkarnir, uttan Trumpfjeppararnir í Naleraq-flokkinum, skipa stjórn í dag. 23 av 31 tingfólkum standa aftanfyri nýggju stjórnina. Hvør næsti amerikanski leikurin verður, er ilt at siga, men neyvan er seinasti leikurin fluttur í mun til støðuna, sum hevur verið í Norðurhøvum, ið hava alt størri áhuga hjá fleiri enn bara dønum og amerikumonnum.
Órógv og umskiftilig viðurskifti herja sum sagt heimin. Trupult er at vita hvat ið vendir upp, og hvat ið vendir niður. Hvat, ið er reytt, og hvat ið er blátt og øvut. Eitt slag av klassiskari imperialismu hevur eisini tikið seg upp fyri eystan og vestan, autokratiskt hugsandi menn ynskja og royna at víðka um egið territorium, og ein avleiðing hjá okkum føroyingum er m.a., at vit hava sett í verk havnastongsil mótvegis einum av samstarvspartnarum okkara. Hvussu vit annars fara at navigera í eini meiri ókendari framtíð enn annars, tað er ilt at vita, men undir øllum umstøðum kunnu ráðini hjá Gandhi hjálpa okkum: ”… onki teirra sleppur kortini at taka meg av fótum. Eg verði standandi í egnum jørðildi – á egnari grund.” Tann grundin er treytaleyst fólkaræði.
Ongin orsøk er til stúran. Ongin orsøk er til at mála alarmerandi sortar á skýloftið. Vit eiga stórviðin - móðurmálið, mentanina og matframleiðsluna, sum svangir gómar kring um allan heimin støðugt bíða eftir. Okkara lagna liggur í stóran mun í egnum hondum, og hon fer at vignast, alt eftir hvussu vit duga at røkja, menna, umskipa og raðfesta virðini innanhýsis til gagns fyri øll og alt samfelagið.
Í øllum hesum eru kommunurnar og Kommunufelagið skorðar sum halda, líkamikið hvussu tað politiska og geopolitiska sjóvarfallið háttar sær millum menniskju og lond. Viljan fær ongin tikið frá okkum, - heldur ikki trúnna á egnan mátt og megi. Heldur ikki protestantiska arbeiðsmoralin. Við Guðs hjálp bíðar framtíðin eftir, at vit leggja slóðirnar til samfelagið hjá okkara eftirkomarum. Borgararnir í 29 kommunum, smærri og størri, hava fyri eitt tíðarmál sett okkum í teirra umboðandi vald, til tess at skipa framtíðina fyri okkum og okkara. Mátti hetta eydnast okkum.
Mátti byrurin verið blíður í valskeiðnum, sum nú liggur okkum fyri framman. Tað ræður í stóran mun um at halda kós og ferð. Takk fyri høvið.