Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dynamit tekur Vágsbø

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.05.2025 - 10:30 Mentan Tíðindi

Stóri hittbólkurin spælir á Summar Festivalinum í august

 

Væl umtókti poppbólkurin Dynamit verður við á Summar Festivalinum í august. 20 ár eru liðin, síðani bólkurin spældi á Summar Festivalinum fyrstu ferð, og í ár fyllir stóra hittið hjá bólkinum, "Grøv nummar 13", 40 ár.

Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.

Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.

Dynamit hevur regluliga spælt á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir. Fáir ella eingir bólkar megna sum Dynamit at fáa lív í Vágsbø. Og í ár – 20 ár eftir fyrstu framførsluna á Summar Festivalinum – verður aftur møguleiki at uppliva Dynamit á stóra pallinum á Vágsbø.

– Vit hava havt nakrar fantastiskar løtur á Vágsbø, og vit gleða okkum at spæla aftur á Summar Festivalinum. Vit kunnu lova eina rimmar konsert við øllum teimum bestu og kendastu sangunum hjá Dynamit, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddmaður í Dynamit.

Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin", "Omman við Gjógv" og "Til allar kvinnur".

Hesir sangir verða spældir á Summar Festivalinum 2025, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ