Lýsing
Lýsing
Mistu stigið í yvirtíðini av yvirtíðini í Montenegro
Í síðstu nertingini í dystinum skoraði Montenegro sigursmálið.
Tað bleiv eitt súrt tap í kvøld hjá føroyingum í Montenegro í kvøld. Fimm minuttir blivu lagdir afturat og í yvirtíðini av yvirtíðini skoraði Montenegro sigursmálið eftir trunkaspæl í brotssteiginum. Samanlagt var Montenegro betra liðið, men Føroyar høvdu so mikið gott tamarhald á verjuspælinum, at 0-0 lá leingi í kortunum og síðstu løtuna var ikki nakað stórt trýst á føroyska málið.
Føroyska landsliðið hevur hesa vikuna havt góð avrik og verið sera nær við at fingið stig í tveimum torførtum dystum. Tað gevur vónir um, at vit seinni í ár kunnu fáa nøkur góð úrslit á serliga heimavølli.
Seinastu tíðindini