Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fantasilið gevur nýtt lív til Betrideildina

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.03.2025 - 23:26 Ítrottur Tíðindi

Hvør heldur tú hevur mest skil fyri føroyskum fótbólti? Tú, ein av tínum vinum, ella ein av tínum starvsfeløgum? Nú er ikki neyðugt at kjakast um tað longur, tí við nýggju heimasíðuni fantasilið.fo ber til at fáa svar.

 

Fantasilið er eitt ókeypis føroyskt spæl, har tú kanst samanseta títt egna lið við spælarum frá Betrideildini hjá monnum og kappast við vinir, starvsfelagar og allar føroyingar. Í stuttum, so velur tú 15 leikarar úr Betrideildini hjá monnum á títt lið, og eftir hvørt umfar fært tú stig fyri, hvussu væl leikararnir kláraðu seg. Á heimasíðuni kanst tú fylgja við hvat lið hevur mest stig, og eisini er møguligt at gera tína egnu deild, so tú kanst kappast móti vinum og starvsfeløgum.

Fantasilið er grundað á Fantasy Football hugtakið, og brúkar sama leist sum Fantasy Premier League, sum hevur yvir 11 mió. brúkarar.

Verkætlanin er stuðlað av Vinnuframa, Nema og LÍV, og er gjørd í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya, sum veitir hagtølini til spælið.

Fantasilið kann nýtast á heimasíðuni fantasilið.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald og Kristian vitja Norðlýsið í d…
Eina portión, tí vit eiga bara ein búk
Kappróðu­rin í Klaksvík blómar
Nýggj nevnd, nýggj heimasíða og nýtt búm…
Mistu stigið í yvirtíð­ini av yvirtíð­ini…
Fantasilið gevur nýtt lív til Betrideild…
Nýútbúgvin almen medisinari á Klaksvíkar…
Týdningarmikil sigur til Stjørnuna
Skal loysa seg betur hjá pensjónistum at…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Varpið karmur um EM lutakastið
Móðurmálsdagur
Danny & The Veetos gera comeback
Viðlíkahalds­arbeiði á rennibreytini
Avgerandi dystur í kvøld
Stjørnan havt aðalfund
Hagafundur Uppsalahagi
Rannvá Isaksen forkvinna í Norðoya Fólka…
Prísáseting innan ferðavinna
Dreymurin er at fáa trý stig í kvøld