Lýsing
Lýsing
Nýútbúgvin almen medisinari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Miðjan mars byrjaði Sólfríð Jacobsen, nýútbúgvin almen medisinari, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sólfríð byrjar í einum spennandi verkætlanarstarvi, har hon kemur at virka sum medisinari fyri seingjardeildina, KS3
Hon kemur at taka sær av medisinsku sjúklingunum, hon fer at ganga stovugongd, hon fer at arbeiða í tøttum samstarvi við læknan í forvakt, hon fer at gjøgnumganga mannagongdir o.s.fr. Tætt samstarv er eisini millum seingjardeildina og medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum.
Starvsfólkini eru fegin um, at hava fingið Sólfríð uppí hópin.
Hjartaliga vælkomin, Sólfríð
Seinastu tíðindini