Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hilmar Danielsen, Lindi Gardar, Bárður Juul Arge Jacobsen, Frimodt Rasmussen, Dávur Høgnason | Mynd: Jóhann Lützen

Klaksvíkar Handverksmeistarafelag haft aðalfund

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.03.2025 - 06:58 Tíðindi Vinna

Lindi Gardar og Bárður Juul Arge Jacobsen eru nývaldir og Dávur Høgnason heldur fram sum formaður

 

Gamla Seglhús var karmur um aðalfundin hjá Klaksvíkar Handverksmeistarafelag ígjárkvøldi. Limirnir í Klaksvíkar Handverksmeistarafelag hava umleið 450 fólk í starvi. 

Undan fundinum hevði Dávur Høgnason heitt á Jónleif Johannesen, stjóra á Skúlatrøð um at verða við, at kveikja undir kjak um hvussu vinnulívið kann fáa tættari samband við fólkaskúlan. Talið av lærlingasáttmalum er í minking og loysnir at betra um hetta vóru umrøddar. Skúlavegleiðararnir á Skúlatrøð Bergljót Rond, Hanna Y. Sólbjørg og Tina Purkhús vístu m.a. á hvussu skúlin setur næmingar í samband við arbeiðsmarknaðin.

Á aðalfundinum stóðu Kjartan Hansen og Jákup Oluf á Lakjuni fyri vali og tá tað vísti seg, at nýggir menn vóru fúsir at taka við, so tóku Lindi Gardar og Bárður Juul Arge Jacobsen sæti í nevndini fyri aðurnevndu.

Nevndin skipaði seg eftir fundin og sær nú soleiðis út:

  • Dávur Høgnason, formaður
  • Lindi Gardar, næstformaðu
  • Hilmar Danielsen, kassameistari
  • Bárður Juul Arge Jacoben, skrivari
  • Frimodt Rasmussen, nevndarlimur
  • Hjalti Josephsen, tiltakslimur
  • Andreas Josephsen, tiltakslimur
Lýsing
Seinastu tíðindini
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið