
KÍ hevur ikki vunnið á HB í steypakappingini síðani 1999
Vit skulu aftur til 24. mai í 1999 fyri at finna seinast, har KÍ sendi HB út úr kappingini um løgmanssteypið.
Mánakvøldið møtast HB-KÍ í Gundadali í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið. HB er steypaliðið yvir øllum við 30 steypasigrum gjøgnum tíðirnar. Hesa øldina hevur tað fimm ferðir gingið útyvir KÍ sambært FaroeSoccer.
2024: KÍ-HB 2-3
2020: KÍ-HB 1-1 (HB vann uppá brotssparkskapping)
2019: KÍ-HB 1-2
2012: KÍ-HB 3-5
2002: KÍ-HB 3-5 (bólkaspæl samanlagt yvir tveir dystir)
Seinast KÍ vann á HB í kappingini um løgmanssteypið var í 1999. HB vann fyrru hálvfinaluna í Klaksvík 1-0, men í 88. minutti avgjørdi Kurt Mørkøre seinnu hálvfinaluna í Gundadali, har KÍ vann 2-1 og kom víðari uppá fleiri mál á útivølli. Niðast í greinini sást, hvør spældi á KÍ-liðnum tann dagin.
HB-KÍ byrjar kl.18.30 mánakvøldið.