Lýsing
Lýsing
Lýsing

83 milliónir til limakrónur og stuðul

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.04.2025 - 23:00 Tíðindi Vinna

Avgerð er tikin um at lata 53 milliónir krónur út til limirnar og 30 milliónir krónur til samfelagsgagnliga stuðulsvirksemið hjá samtakinum.

 

 

Hetta verður 4. árið á rað, at Betri samtakið letur limakrónur.

Í kvøld var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið. Har varð staðfest, at avlopið eftir skatt gjørdist 431,4 milliónir krónur

Árið 2024 var merkt av methøgum tryggingarskaðum. Tó gjørdist árið 2024 tað besta higartil hjá Betri samtakinum, hetta orsaka av búskaparligu gongdini við øktum útlánsvirksemi og góðum avkasti av virðisbrøvunum.

- Men við øllum virksemi eru avbjóðingar. Heimurin er merktur av ótryggleika og sera stór sveiggj síggjast á partabrævamarknaðinum í løtuni. Tí er tað umráðandi fyri bæði kundar og samtak, at vit standa trygg og sterk. Og tað er júst tað vit gera. Vit hava holla grund at standa á, sigur Jens Johan Dam, formaður. Eginognin er 4,4 milliardir krónur. Solvensurin er 37,9 %, og øll dótturfeløgini liva upp til galdandi kapitalkrøv.

Síðan 2021 hevur felagið latið limunum limakrónur við eini upphædd svarandi til 10 % av tryggingargjaldinum. Sama ár valdi felagið eisini at hækka upphæddina til samfelagsgagnligt stuðulsvirksemi, soleiðis at møguligt er at vera við í størri verkætlanum. Við Tjarnir var fyrsta stóra verkætlanin, sum Betri hevur luttikið í, og vit kunnu nú fegnast um, at høllin er tikin í brúk og hevur fingið góða móttøku. Av øðrum verkætlanum, sum eru játtaðar seinasta árið, kunnu nevnast útbygging av umsorganarheiminum Gloria, trygdarútgerð til fleiri ymsar felagsskapir, vindatlas fyri Føroyar og aldutangi til gagns fyri fleiri granskingarverkætlanir.

Les meira um hesar verkætlanirnar og aðrar á betri.samfelagstilvit.fo.

 

Nýggjur nevndarlimur

Tríggir av teimum seks nevndarlimunum stóðu fyri vali. Nývaldur í nevndina er Hallur Thomsen, ið kemur inn fyri Petur Elias Nielsen. Hallur Thomsen hevur seinastu 8 árini staðið á odda fyri Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Mortan Simonsen og Tóra við Keldu halda fram í nevndini. Harumframt eru Jens Johan Dam, Poula Michelsen og Jákup Egholm Hansen í nevndini. Jens Johan Dam heldur fram sum formaður og Poula Michelsen sum næstforkvinna.

 

Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum

  • Úrslitið eftir skatt 431,4 mió. kr. (2023:  381,9 mió. kr.
  • Eginognin 4.400,8 mió. kr. (2023: 4.042,2 mió. kr.)
  • Renta av eginogn aftaná skatt 10,2 % (2023: 9,8 %)
  • Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 37,9 % (2023: 36,9 %)
Lýsing
Seinastu tíðindini
Thorvald er ein dreymur
Ægir flest gull til FM á langgeil
Føroyar vunnu á San Marino í finaluni
- Vit hava góðan kjans í finaluni
Veðrið í vikuni
Unglingi meiddi seg illa av fløskubroti
Ísland vann U-lands­dystir­nar í Klaksvík
Ikki nóg kaldir í hitanum
Livandi Varmakelda
DUOPOL: Føroyskur rokkari skiftir kós –…
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…