Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seyðahúsið fer til søguna

SKRIVAÐ: Petur Asano  |  22.04.2025 - 16:10 Politikkur Tíðindaskriv

Miðflokkurin hevur fingið 37 atkvøður og sjálvt um man ikki slapp inn hava vit ávirkan! Tað loysur seg at velja Miðflokkin! 

Karl Johansen borgarastjóri hevur sagt við Norðlýsið at farstøðin verður tikin niður.

Fantastiskt avgerð og hatta er Miðflokspolitikkur sum borgarastjórin hevur tikið væl ímóti! At bróta farstøðin niður var ein av teimum lyftinum hjá mær í seinasta kommunuvalið. Eg var tann einasta sum hevði fokusi á farstøðina sum er faktiskt ikki egnaður til fólki. Herverk hvørja viku. Húsi er illa fari og bíðihøli er oftast skitið at fólk bíða uttanfyri bíðihøli eftir bussinum. Vesini riggar ikki tí hann er koppaður ella at har er einki vesipappír og sápa. Tað hóskar ikki í Klaksvík sum er næststørsta kommunu í landinum. 

Á valfundinum segði Karl Johansen aftaná mína lyfti at hann var samdur við mær og hatta skal “bombast upp í luftina ongantíð for skjótt” Hann hevur hildið orð!

Miðflokkurin hevur fingið 37 atkvøður og sjálvt um man ikki slapp inn hava vit ávirkan! Tað loysur seg at velja Miðflokkin! 


Takk til Norðlýsið, at tit hava tikið máli um farstøðina við borgarastjóran! 

Í hjartanum eru vit í samgongu.

 

Vinarliga

Petur Asano

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri