Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eitt annað, sum ikki má henda....

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  23.04.2025 - 15:53 Politikkur Tíðindaskriv

Tað, sum fleiri høvdu víst á, ikki mátti henda, hendi tíbetur heldur ikki í Gaza. Tilrættisleggjarin og leiðarin aftanfyri fólkadrápið í Ísrael h. 7. oktobur 2023, og av tí avleiddu ræðuleikunum í Gaza, yahya sinwar, slapp ikki at trína fram úr sjálskaptu ruinunum sum sigurharri, men noyddist at bøta við sínum egna lívi

 

 

So mátti óivað verða, men biðjast má eftir, at tað stríð, hann byrjaði, skjótt fær ein enda. Tíbetur bendir nógv á, at sjálvt arabisku íbúgvarnir í Gaza av álvara vakna og eru byrjaðir tað stríðið, sum vóna varð, móti terrori hamazar í Gaza.

Fagur verður dagurin, tá friður aftur valdar, og drápsmenninir eru drignir til svars fyri illgerðir teirra.

Ein brotsmaður og annar.

Men úr Ruslandi hóttir ein eins eirindaleysur brotsmaður enn heimsfriðin. Náðileyst fremur hann á fjórða ári sítt fólkadráp, móti sínum egna fólki, móti unglingum sum einaræðisharrar honum líkir, í Kina, Korea og óivað øðrum londum við, senda í stríð hansara. Og móti óseku grannunum í Ukraina, sum mitt á nátt, h. 24. februar 2022, miskunnarleyst vórðu álopin við miðvísum ætlanum um at verða týnd.

Tað má ikki henda, at valdssjúki leiðari Ruslands ein dag kann trína fram, traðkandi á lík av ósekum sivilum og soldatum, og útnevna seg sjálvan sum sigurharra!

Tað má ikki henda!- tí hvør verður hin næsti, sum hann tá velur at leggjast á?

Ukrainar hava stríðst stríð okkara! Tað má ikki fara at vísa seg at hava verið til fánýtis!

Nú, meðan royndir verða gjørdar at samráðast um frið, er neyðugt, sum ongantíð áður, at vit taka saman hendur biðja fyri teimum, sum standa aftanfyri hesar samráðingar. Biðja um vísdóm, dirvi og áhaldni, at tey ikki gevast, men aftur og aftur taka friðartráðin uppaftur, um so er at hesin tykist slitna. Valdsøðin má ikki vinna! Friðurin má vinnast aftur, ikki bert á okkara næru leiðum, men hjá øllum teimum, sum júst í hesum døgum stríðast fyri teirra egna lívi- og lívi sína kæru!

 

Jenis av Rana

Formaður Miðfloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?