Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ov fá fáa brúkt tíðartreytaða pensjón og er pensjónin alt ov lág  

SKRIVAÐ:  Áhugabólkur Pensjónista  |  30.04.2025 - 11:09 Politikkur Tíðindaskriv

Viðmerkingar til løgtingslógarmál 109/2024 um tíðartreytaða pensjón

 

 

 

At seta sum treyt at tað einans eru tey, sum hava arbeitt í 50 ár eftir 16 ára aldur, sum kunnu fáa tíðartreytaða pensjón, er treyt, sum nærum einans ófaklærd starvsfólk lúka. Harafturat kemur, at upphæddin, sum hesi fólk kunnu fáa, einans skal samsvara við miðal fyritíðarpensjón. Hetta er upphædd, ið er alt ov lág. Miðal fyritíðarpensjón til støk er 155.751 kr. um árið eftir skatt og gjøld, og má tí metast at vera ein rein fátækrapensjón, ið er so lág, at hon er heilar 4.378 kr. lægri um árið enn føroyska fátækraváðamarkið. Fátækraváðamarkið er 161.129 kr. (ár 2022). Til sammetingar skal verða nevnt, at fólkapensjónineftir skatt og gjøld er 165.678 kr. um árið. Tíðartreytaða pensjónin er harvið uml. 10.000 kr. lægri enn fólkapensjón.

Í lógaruppskotinum verður sagt, at henda skipan er til teirra, ið vilja sleppa av arbeiðsmarknaðinum áðrenn fólkapensjónsaldur. Av viðmerkingunum til lógaruppskotið framgongur at tey, ið velja hesa loysn, ikki kunnu fáa persónliga viðbót eftir § 12 í pensjónslógini, vegna trong fíggjarlig kor, afturat pensjónini, soleiðis sum fyritíðar- og fólkapensjónistar kunnu. Tey, ið velja hesa loysn, hava sostatt ongan møguleika at søkja ískoyti, skuldu endarnir ikki rokkið saman hesi árini, tey eru tíðartreytaðir pensjónistar – heldur ikki, um fíggjarstøðan hjá teimum/húskinum óvæntað versnar.

Stórir starvsfólkabólkar koma als ikki undir skipanina um tíðartreytaða pensjón

Stórir starvsfólkabólkar á vælferðarøkinum so sum heimahjálpir, sjúkrahjálparar, hjálparfólk  v.fl., ið starvast innan heilsuverkið, á eldraøkinum, innan barnaansing v.m., og sum alt lívið hava havt strævið kropsligt arbeiði, fáa ikki nyttu av hesi skipan. Hesir starvsfólkabólkar hava í flestu førum tikið stuttar útbúgvingar uppá eitt til tvey ár og lúka tí ikki ásetta kravið um at hava arbeitt 50 ár á arbeiðsmarknaðinum eftir fylta 16 árinum fyri at fáa tíðartreytaða pensjón, tá tey gerast 66 ár. Aðrir starvsfólkabólkar so sum sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar, fysioterapeutar v.fl., ið hava miðallangar útbúgvingar, fáa heldur ikki nýtt hesa skipan um tíðartreytaða pensjón.

 

 

 Áhugabólkur Pensjónista

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri