Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gleðisdagur fyri Føroyar!

SKRIVAÐ: LGBT+ Føroyar  |  30.04.2025 - 15:00 Mentan Politikkur Tíðindaskriv

Í dag tóku Føroyar enn eitt fet nærri einum javnum samfelagi, tá ið løgtingið samtykti nýggju lógina um viðgerð fyri barnloysi.

 

LGBT+ Føroyar fegnast um, at í nýggju lógini verða øll pør javnstillað, og at harvið kunnu pør við tveimum kvinnum nú eisini fáa hjálp frá tí almenna til at gerast við barn.

Eftir at hjúnabandslógin bleiv broytt og málið um sammøður samtykt, er hetta tað natúrliga næsta stigið í arbeiðinum fyri einum jøvnum samfelagi, har mismunur ikki verður gjørdur á borgarum.

Tað var eisini gleðiligt at síggja, at tað vóru politikarar, sum hildu fast um, at sammøður skulu nevnast í nýggju lógini um longri barsil til tví- og fleirburaforeldur. Sjálvandi skulu sammøður hava rætt til barsil á jøvnum føti við onnur foreldur, og sjálvandi skulu øll børn hava rætt til, at bæði foreldrini kunnu vera í barsli. Tað skal ikki gerast munur á børnum.

LGBT+-persónar hava altíð verið her og fara altíð at vera her, og tí gleðast vit um, at landsins lógir byrja at viðurkenna og endurspegla samfelagið, sum tað sær út.

Ein stór tøkk til bæði undanfarnu og núverandi landsstýriskvinnurnar í heilsumálum fyri teirra arbeiði við málinum. Eisini takk til teir løgtingslimirnar, sum í dag atkvøddu fyri uppskotinum.

Enn manglar nógv, fyri at LGBT+-persónar eru javnstillaðir í Føroyum, men í dag gleðast vit um hendan stóra sigurin! Í morgin herja vit á aftur.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri