Nútíðar strandfaraskip kunnu ikki bíða!
Tey eru lívæðrin og framtíðin hjá útoyggjunum.
Nú tað mesta av samferðslukjakinum snýr seg um hin fimtaundirsjóvartunnilin, so gongur tað tíverri striltið at fáa endurnýggja ferjurnar til útoyggjarnar. Tað er alneyðugt at skilja, at tíðarhóskandi ferjur og gott ferðasamband til leysu oyggjar, eisini eru lívsneyðug fyri framtíðina hjá hesum pørtum av landi okkara. Íbúgvararnir har eiga eins góðan rætt, sum allir aðrir føroyingar, at fáa lut í framburðinum.
Eitt samhaldsfast ferðasamband má og skal tí lofta smærri útoyggjunum, har tað nú búgva so fá fólk, at tey hava millum lítlan møguleika at fáa umboð úr oynni valt á ting. Tað liggur einserstøk ábyrgd á okkum fólkavaldu, at tryggja, at hesar oyggjarnar fáa ferðasamband, sum hoyrir nútíðini til.
50+ ára gomul skip eru ikki framtíð!
Fyri skjótt nógvum árum síðani varð ein ætlan løgd um at fara undir at byggja fýra nýggjar ferjur til oyggjaleiðirnar. Uppskot um hetta hava fleiri ferðir verið løgd fyri Løgtingið, men eru ongantíð samtykt. Erla kongsdóttir kom í 2020, men annars eru ferjurnar hjá SSL elligamlar. Smyrli er 20 ár og yngst av teimum tilkomnu, ímeðan helvtini av strandfaraskipunum hava millum 50 og 55 ár á baki.
Nýggj kalsoyarferja er við at verða projekterað og verður vónandi boðið út í heyst. Tað gleðiligt og gott! Men, ferðin má og skal økjast, skal tað eydnast at endurnýggja strandfaraflotan innanfyri bara eitt nøkulunda rímiligt áramál. Tað er ikki rætt og rímiligt, at meðan vit tosa um milliardir til fast samband til aðrar partar av landinum, síggjast smæstu oyggjarnar bert so dánt í líkningini.
Tað ber til at smíða tvær smáar og eina størri ferju fyri áleið 350 mio, ella at fáa fýra ferjur fyri áleið 500 mio - til samans. Verður tað gjørt eftir einum skilagóðum leisti, so rúmast hetta væl innanfyri íløgukarmin á fíggjarlógini, er viljin til tess.
Í samgonguskjalinum stendur: “Farið verður undir at endurnýggja strandferðsluflotan sum skjótast.” Skjøtul er settur á, og nú eigur vindur av álvara at koma í seglini.
Bjørt Samuelsen