
Krabbameinsfelagið havt aðalfund
Krabbameinsfelagið hevur júst havt aðalfund. Nevndin hevur skipað seg, og samstundis er eisini ársfrágreiðingin frá felagnum komin út.
Týskvøldið 29. apríl var aðalfundur hjá Krabbameinsfelagnum, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
- Durita Tausen, forkvinna
- Magnus Magnussen, næstformaður
- Hansina Mikkelsen, kassameistari
- Aksel Haraldsen, nevndarlimur
- Marnar Fríðheim Kristiansen, nevndarlimur
Aksel Haraldsen er nývaldur og kemur inn fyri Onnu Kristinu Joensen, sum hevur valt ikki at stilla uppaftur. Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.
Ársfrágreiðingin fyri 2024
Enn eitt hendingaríkt ár hjá Krabbameinsfelagnum er farið afturum við nógvum tiltøkum, skeiðum, fyrilestrum og øðrum.
Brot út ársfrágreiðingini:
Snarkanningar fyri tarmkrabba og leggja doyðin á at basa lívmóðurhálskrabba. Tey eru millum hægstu ynskini hjá okkum í Krabbameinsfelagnum.
Fyrst tað, sum er at gleðast um.
Takksemi
Enn eitt ár við takksemi um nógv og fjølbroytt virksemi.
Rørsla í Suðuroy, Vágum og Havn, bindihugni, bólkur fyri avvarðandi, bólkur fyri kvinnur við undirlívskrabba, bólkur fyri tey, sum hava mist maka, samrøðubólkur fyri ung, sum hava havt krabbamein, hugnaløta í prostatabólkinum umframt nógvar, nógvar samrøður við krabbameinssjúklingar og avvarðandi. Tað er bara ein partur av tí, sum Krabbameinsfelagið – starvsfólk og sjálvboðin – hava gjørt seinasta árið.
2024 er eisini árið, har eldrafeløgini í Eysturoy og Norðoyggjum skipaðu fyri almennum tiltaki um palliatión, Landssjúkrahúsið fór undir kafé-prát um krabbamein, melanomdagur var á Landssjúkrahúsinum, har til bar at fáa kannað móðurmerki, og har vit í bókini "Í morgin fari eg aftur at spæla við babba" hittu Ára, sum leingist eftir pápa sínum, sum er á sjúkrahúsi í Danmark.
Alt hetta ber til, tí – og bara tí – fólk eru, sum gera eitt megnaarbeiði. Sjálvboðin, starvsfólk hjá Krabbameinsfelagnum og øll tey starvsfólkini, sum í sínum yrki eru um tey, sum hava krabbamein ella dragast við ymiskt, tí tey hava havt krabbamein.
Ikki at gloyma – eisini tí, at einstaklingar og virki stuðla Krabbameinsfelagnum peningaliga. Stóra tøkk fyri tað!
Politiska skipanin hevur eisini markað pening til krabbameinsøkið. Tað hevur m.a. gjørt, at tað hevur borið til at styrkt palliativa økið – við fleiri starvsfólkum bæði innan sjúkrarøkt og læknayrkið. Vit gleða okkum at síggja, hvussu hetta næstu árini fer at hjálpa teimum, sum tørva hesa serligu hjálpina sína seinastu tíð.
Snarkanningar fyri krabba í tarmunum og basa krabba í lívmóðurhálsinum
Nógv stendur enn á ynskilistanum, og altíð fellur tað langligt hjá tí, sum bíðar. Soleiðis er tað bara.
Vit kundu hugsað okkum, at snarkanningarøkið (screeningsøkið) verður víðkað. At fleiri kanningar fara at standa okkum føroyingum í boði.
Tann, sum stendur ovast á listanum, er snarkanning fyri tarmkrabba. Tilmælið er skrivað og latið fyri meiri enn einum ári síðani. Øll hini Norðurlondini bjóða hesa kanningina, annaðhvørt sum royndarverkætlan ella sum fullfíggjaða ætlan.
Okkara áheitan til politisku skipanina er: Kom nú!
Hægsta ynskið hjá okkum í Krabbameinsfelagnum er, at stóra gátan verður loyst. At eingin fær krabbamein.
Nú ljóða tey gleðitíðindi úr millum annað okkara grannalondum, at um 10-15 ár kann bilbugt fáast við krabbamein í lívmóðurhálsinum. Fortreytirnar fyri tí eru snarkanningar (screening) fyri lívmóðurhálskrabba og koppseting fyri HPV. Altso at kvinnur taka av tilboðnum um snarkanning, og at børn og ungdómar verða koppsett fyri HPV.
Seinastu tølini frá Landslæknanum eru tó ikki góð, tá ið talan er um HPV-koppsetingina. Skulu vit gera okkum nakrar vónir um, at lívmóðurhálskrabbi eisini skal verða bastur í Føroyum, so mugu nógv fleiri lata seg koppseta.
At tað verður kunnað væl og virðiliga um HPV-koppsetingina, er serstakliga týðandi. Ikki minst, at foreldur eru væl kunnað, tá ið tey skulu gera av, um børnini skulu koppsetast.
Í dag er koppsetingin ókeypis fyri tey, sum eru millum 12 og 17 ár. Tað kundi verið víðkað fyri ein nógv størri aldursbólk, enn tey millum 12 og 17 ár.
Tað kann til dømis vera galdandi í eitt ár, so at tey, sum ikki lótu seg koppseta sum barn, kunnu gera tað seinni og ikki halda seg aftur, tí tað kostar ov nógv.
Ímyndið tykkum, at um 10-15 ár fer næstan eingin kvinna at fáa boðini: tú hevur krabbamein í lívmóðurhálsinum. Tað ber til!
Krabbameinsfelagið heitir staðiliga á politiska myndugleikan saman við okkum at gera eitt megnar átak fyri at fáa fleiri at koppseta seg fyri HPV.
Durita Tausen, forkvinna