Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú skulu vit arbeiða 40 tímar um vikuna 3 ár longri
Vit spyrja: Er nakar heima?
Fríggjadagin fer uppskotið um at hækka eftirlønaraldurin til 3. viðgerð. Væntandi verður uppskotið samtykt og sostatt verður eftirlønaraldurin 70 ár hjá vanliga føroyinginum.
Løgmaður segði, at hendan lógarbroytingin var neyðug fyri at tryggja búskaparliga haldførið frameftir og vælferðarsamfelagið fyri okkara eftirkomarar. Ført varð fram, at lógarbroytingin loysti helvtina av búskaparligu avbjóðingunum, ið liggja fyri framman.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FFS) hevur bæði skrivliga og munnliga, staðiliga mælt frá at samtykkja uppskotið.
Føroya Løgting hevur longu lógarheimild til at hækka eftirlønaraldurin. Lógin, sum er frá 2014 bleiv samtykt við akkurát somu argumentum, sum verða nýtt nú. Tryggja framtíðar haldførið. Lógin krevur tó, at Løgtingið skal meta um støðuna á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn eftirlønaraldurin verður hækkaður. Við hesi nýggju lógini sleppur Løgtingið sær undan at hyggja vanliga føroyingin í eyguni og viðgera støðuna á arbeiðsmarknaðinum. Eg spyrji bara – torir Løgtingið ikki at hyggja veljaran í eyguni.
Lyftið frá 2014 helt ikki og lyftið kemur heldur ikki at halda hesu ferð.
Frymilin er, at allir føroyingar arbeiða fulla tíð til teir eru 70 ár. Vit vita øll, at so verður ikki. Tað síggja vit longu í dag. Vansarnir eru ikki lýstir við lógarbroytingini og ongar útrokningar eru, sum vísa útreiðslurnar sum kunnu væntast.
FFS hevur spurt, hvørji tiltøk Løgtingið ætlar at seta í verk fyri at fáa flest fólk at arbeiða sum longst. FFS hevur eisini spurt, hvussu ætlanin er at tryggja, at flest møguligt kunnu virka eitt heilt arbeiðslív í samband við ætlaðu lógarbroytingina.
Samstundis sum eftirlønaraldurin verður hækkaður, verður atgongdin til okkara egnu eftirlønaruppsparing útsett. Vit fáa stutt sagt ikki eina krónu av okkara egnu uppsparing, fyrr enn vit verða 70 ár. Løgtingið frátekur okkum møguleikan at skipa okkara eftirlønartilveru, út frá okkara egnu ynskjum og likamligu førleikum.
Tann avtalan, ið Løgtingið gjørdi við arbeiðsfjøldina um eftirlønina, verður aftur nú brotin og vit kunnu ikki á nakran hátt kenna okkum trygg í, at hon verður hildin hesu ferð heldur.
Fyri at pynta uppá støðuna, er eitt nýtt lógaruppskot komið um tíðartreytaða eftirløn. Tað framgongur av lógaruppskotinum, at neyðugt er at taka serlig atlit til tey fólkini, sum eru niðurslitin. Hetta ljóðar jú gott - líka til tað gongur upp fyri einum, at niðurslíting er tengd at, um tú hevur tikið útbúgving ella ikki. Arbeiðir tú hálva tíð sum ófaklærdur, hevur tú rætt til tíðartreytaða pensión. Arbeiðir tú hálva tíð sum ófaklærdur og tekur eina útbúgving við síðuna av, lýkur tú ikki treytirnar fyri at fáa tíðartreytaða pensión.
Vita løgtingslimir ikki av, at tað er neyðugt og púra vanligt at arbeiða hálva tíð ella meira fyri at fíggja eina útbúgving. Hvør er orsøkin til, at tað ikki verður mett at vera slítandi?
Tað mest ørkymlandi er, at hendan lógarbroytingin, Løgmaður segði verða alneyðuga, fyri at tryggja framtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum, nú verður beinleiðis tengd at treytunum fyri at gera ein tunnil.
Treytirnar fyri eftirløn verða herdar munandi. Tað mest áhugaverda er, at treytirnar verða bert herdar fyri vanliga føroyingin.
Fríggjadagin fara okkara fólkavaldu at samtykkja, at vanligi føroyingurin skal arbeiða til hann er 70 ár. Sama dag fara hesi somu fólkavaldu í summarfrí í 3 mánaðir, vælvitandi um, at tey sjálvi sleppa frá við pensión, tá tey eru 60 ár.
Vit spyrja: Er nakar heima?
Á Altjóða Arbeiðaradegnum 2025
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar