Lýsing
Lýsing
Lýsing

NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  02.05.2025 - 14:22 Tíðindaskriv

Í vikuni byrjaði NATO-flotavenjingin Dynamic Mongoose 2025. Venjingin, sum verður hildin á hvørjum ári í Norðurhøvum, heldur fram í umleið 14 dagar, áðrenn hon endar í Noregi

 

Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroyskt sjóumveldi at gera samskipandi siglingar-, flog- og leitivenjingar. Talan er um eina antikavbátavenjing, ið hevur til endamáls at vísa og samstundis styrkja evnini hjá NATO at standa ímóti hóttanum frá kavbátum, ið koma norðaneftir.

Tilsamans tíggju skip, tríggir kavbátar og seks flogfør taka lut í venjingini. Tey eru úr USA, Bretlandi, Niðurlondum, Norra, Íslandi, Danmark, Póllandi, Kanada og Føroyum. Brimil tekur lut og fylgir venjingini, meðan vant verður við Føroyar.

Í føroyskum sjóumveldi og loftrúmi verður í høvuðsheitum vant norðanfyri. Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum, men okkurt skip kann hugsast at koma í havn ella leggja leiðina nær landi. Mesta virksemið við Føroyar í sambandi við Dynamic Mongoose 2025 verður væntandi um vikuskiftið og fyrst í komandi viku.

Til ber hjá skipum og bátum at fáa samband við førini, sum eru við í venjingini, á VHF. Tey halda seg til galdandi trygdarreglur hjá NATO viðvíkjandi venjingum. Reglurnar hava til endamáls í minst møguligan mun at ávirka ferðslu og virksemi í tí øki, vant verður. Meginreglan er, at tann, sum venur, skal víkja fyri ikki at ávirka ferðslu ella virksemi, t.d. fiskiskap.

Hetta er fjórða árið á rað, at Dynamic Mongoose-venjingin fer fram við Føroyar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnu­framsýning
Tóra Við Keldu helt norð­oyastevnurøðan
Sangløta í Betesda á Norð­oyastevnu
Eingin skrúðgonga - Møtt verður í Varpin…
Brúðarstás í 100 ár
Brúðarstás í 100 ár
Miðnáttarrøða í Vágstúni
Nú er KÍ langt fremst
Myndarøð: KÍ nú 7 stig fremst
Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19
Framsýning við Jóanes Nielsen
Havnarbátu­rin vann á norð­oyastevnu
Fípan Fagra fyri triðju ferð í dag
Sundabátu­rin vann hjá 6-mannaførum
Minnist til upphiting­ina í Varpinum
Fípan Fagra vann kvinnu­róðurin
Fípan Fagra vann í stórum stíli hjá drei…
Kodio yvirtekur virksemi hjá Brúsá
Javnleik og stigamet í Moldova
Setan í føgrum veðri