NIARN í Varpinum í kvøld
Týskvøldið 6.mai kl.19 vitjar Niels Roos, vanliga nevndur NIARN, í Varpinum.
Niarn er ein kendur danskur rappari, rithøvundur og fyrilestrahaldari, sum kemur at siga frá sínum lívi, sum tónleikari, og sum misnýtari.
Tað er Frælsið ið hevur fingið kenda listamannin heim til Føroya, at hava fyrilestur í Varpinum, undir heitinum “Mit liv, mine regler. – En historie om musik og misbrug”.
Viðgerðarstovnurin Frælsið er eitt avvenjingartilboð fyri ung í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Og við hesum fyrilestri ynskja fyriskipararnir at varpa ljós á vandarnar og avbjóðingarnar við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu.
Fyrilesturin hjá NIARN er almennur og ókeypis. Við øðrum orðum er tað ikki neyðugt at bíleggja pláss ella atgongumerki, tað er bara at koma í Varpið í kvøld.
Ein drekkamunnur verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin!