Landsstýrismaðurin vitjað Norðhavnina í Klaksvík
Í gjár var landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, í Klaksvík og vitjaði á Norðhavnini.
Á vitjan síni vitjaði landsstýrismaðurin umboð fyri tvey feløg: Faroe Ship og Palla hjá Mariannu.
Leiðarin á goymsluni hjá Faroe Ship, Símun Gullaksen, greiddi frá virkseminum á økinum, ið fevnir um landing, móttøku, goymslu og umpakking av fiski og fiskaúrdráttum.
Vegna felagið Palli hjá Mariannu hevði stjórin, Jan Petersen, framløgu um teirra virksemi, ið millum annað fevnir um raksturin av skipunum Norðborg og Christian í Grótinum, men eisini annað virksemi, so sum íløguvirksemi í fiskivinnuna og aðra vinnu.
Landsstýrismaðurin sigur, at slík vitjan er ein týðandi táttur í hansara arbeiði. Tað hevur stóran týdning at hava góða og dagførda kunning um viðurskifti á vinnuøkinum, ið lýsa støðuna, avbjóðingar og møguleikar.