Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin – tey skulu "liva" har
Selmar Nielsen, arkitektur, stendur saman við øðrum fyri stóru byggiverkætlanini Við Sandin 5-6, har 31 íbúðir skulu gerast í sjálvum miðbýnum av Klaksvík. Í dag, tann 6. juni, var so reisigildi, og Norðlýsið fekk navnframa arkitektin at seta nøkur orð á spennandi verkætlanina.
– ”Hetta er ein verkætlan, sum er partur av Miðbýarætlanini í Klaksvík. Kommunan hevur lagt tvey sonevnd byggifelt út til íbúðarbygging, og her verða íbúðir í øllum hæddunum uttan í veghæddini, har vinnuligt virksemi, handil og skrivstova, verður. Úr hesum hava vit fingið 31 íbúðir í bygningin. Verkætlanin kom í lag á tann hátt, at vit høvdu eitt samstarv við Kanjon, og tá í vit – í øðrum sambandi – vóru í dialogi við Klaksvíkar Kommunu, so vórðu vit spurdir, um vit høvdu hug at hyggja at hesum. Kommunan hevði bjóðað tað út, men ongin hevði »bitið á«, so vit hildu, at vit kundu geva tí ein kjans”, greiðir Selmar frá, og sigur víðari:
– ”Vit hugdu so at, hvussu vit kundu menna hesa verkætlanina, og vit hildu hana vera sera spennandi, ikki minst tí hon er partur av sjálvasta miðbýnum í Klaksvík og tí serliga umhvørvinum, sum er her. Tankarnir aftanfyri verkætlanina eru tí, at hetta ikki verður nakað einsamalt hús ella bygningur, men inngongur í heildarætlanina fyri miðbýin í Klaksvík og er eisini útformað út frá tí. Vit hava eisini roynt at lagt nakrar dygdir inn; til dømis hava allar íbúðirnar altanir, eins og allar hava útsýni onkran veg”, sigur hann.
Tá tað kemur til støddir av íbúðum, greiðir Selmar soleiðis frá:
– ”Íbúðirnar eru ymiskar í stødd. Tær smæstu eru umleið 55 m², tær størstu eru umleið 100 m², og so eru nakrar harímillum. Tær flestu íbúðirnar hava antin 2 ella 3 kømur, og tí eru tær væl egnaðar til familjur við børnum at búgva í. Talan er um leiguíbúðir, og tá er eitt krav, at í minsta lagi 10% eru egnaðar til rørslutarnað, so tí hava vit tikið hædd fyri”, sigur Selmar Nielsen, og heldur fram:
– ”Tá vit fóru undir hetta, so snúði tað seg ikki um bara at gera ein bygning, men at skapa eitt stað, sum skuldi rúma ymiskum virksemi í býnum. Eitt stað hjá fólki ikki bara at búgva í, men at liva í. Eitt stað, sum hevur sín egna samleika, men sum samstundis er í samspæli við bæði býin Klaksvík og náttúruna”, og tað hevur eydnast, heldur Selmar:
– ”Eg haldi, at bygningurin fyriheldur seg væl til heildarætlanina fyri miðbýin í Klaksvík – Miðbýarætlanina – sum Klaksvíkar Kommuna saman við arkitektum hevur staðið fyri, men so haldi eg eisini, at hann hevur sítt egna úttrykk. Vit eru væl nøgd við verkætlanina, sum er reist í dag, og hon fylgir heilt væl ætlanunum og fyrstu skitsunum, sum vit høvdu frá byrjan av. Hetta hevur verið eitt øgiliga spennandi samstarv, sum vit byrjaðu saman við Kanjon, og so kom LÍV uppí sum byggiharri, og hetta samstarvið hevur riggað fyrimyndarliga, haldi eg”, sigur Selmar at enda.