Lýsing
Lýsing
Lýsing

Uppskotið sum verður borið í Løgtingið týsdagin – eitt vegamót fyri Føroyar!

SKRIVAÐ: Búgvi V. Olsen  |  19.09.2025 - 21:21 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Latið okkum ikki missa sálina sum tjóð, men finna eina holistiska loysn, sum er til lív og signing fyri barnið, mammuna og pápan.

 

 

Føroyar sum tjóð standa frammanfyri nøkrum risastórum avbjóðingum, sum okkara høga ting er sett í verðina at arbeiða við og loysa. Latið okkum altíð biðja fyri okkara landsins leiðarum! Nakrar av stóru avbjóðingunum eru at venda hallið á fíggjarlógini (hóast vit eru í bestu tíðum og hava verið tað leingi, so er hall); Ovurhitaður búskapur; Langtíðarhaldføri; Pensiónsaldur; Suðuroyartunnil; Fiskiveiðuavtalur við Russland ella ikki; Bústaðaravbjóðingar – nógvir føroyingar hava ikki ráð til egnan bústað; og annars er bara at lurta eftir tíðindunum.

 

Samstundis sum vit hava hesar risa samfelagsligu avbjóðingar fyri framman, sum góðar og vælgrundaðar loysnir og avgerðir muga finnast á, so velja tingfólk at brúka sína virðismiklu tíð og orku til nakað heilt annað, nevniliga at fara eftir tí ófødda barninum í móðurlívið. Barnið í móðurlívið hevur ikki nakra rødd at verja seg og er tað mest óskyldiga, sum er til. Tað vilja hesir politikarar leggja seg eftir. Eitt mál sum annars var avgreitt í Løgtinginum fyri hálvumøðrum árið síðani. Hetta er úti av proportiónum og eg standi púra spyrjandi!

 

Hvar er vit og skil og hvar er logikkurin tá ein stendur við so nógvum samfelagsligum átrokandi avbjóðingunum? Hvat er tað fyri boðskapur, sum verður sendur til komandi ættarliði. Hvat er tað “vit” vilja læra tað komandi ættarliði við hesum lógaruppskotinum? At tey eru óynskt? Hví lækka hendan moralin og standardin og skapa ein slíkan kaldan og kyniskan hugburð?

Talið av børnum, sum eru fødd í Føroyum seinastu árini, er fyri fyrstu ferð nakrantíð komi niður um 2,1 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri (2022: 2,08, 2023: 1,87, 2024: 1,91), sum er markið fyri at varðveita fólkatalið í eini tjóð. Uppskotið, sum verður borið í tingið týsdagin, kemur ikki at betra um hetta, tvørturímóti.

 

Ein góður vinur úr Týsklandi var á vitjan hjá mær í fjørð. Hann er 61 ár. Hann vísti á at Týskland hevur stórar demografiskar avbjóðingar við m.a. føðitýttleikanum, sum var komin niður á 1,39 í 2023. Flest fólk vita, at Týskland hevur í nógv ár haft eina stóra fólkatilflyting, serliga úr Miðeystrið og serliga frá fólki við muslimskari bakgrund. Tað er almenn vitan, at muslimar í miðal fáa nógv fleiri børn enn fólk í vesturheiminum og sambart mínum góða vini, so er tað bert ein spurningur um eitt ella tvey ættarlið, tvs. 20-40 ár, so verður tann “vanligi” týskarin ikki “vanligur” meir, men vil hava sínar røtur úr Miðeystrið. Hetta er bert Týskland, men júst sama rák er í okkara tættastu grannalondum í Skandinavia og Stóra Bretlandi. 20-40 ár er eingin tíð. Tað er beinanvegin, og hetta er ein beinleiðis avleiðing av hugburðinum í vesturheiminum tá tað kemur til børn og at seta børn í verðina. Men politikkarar og politiskar skipanir hava start seg fullkomiliga blind uppá hetta hóast allar framskrivingar vísa hvussu gjógvin millum ættarliðini um nøkur fá ár verður risastór. Tað verða ov fá fólk at taka sær av okkara gomlu, tí tað vilja verða forholdsvís nógv fleiri gomul í talið enn tað eru yngri at taka sær av teimum. Uppskotið sum verður borið í tingið týsdagin, kemur ikki at betra um hetta, tvørturímóti.

 

Eg sá fyri eini tíð síðani ein tíðindastubba um røktarheim í Danmark. Sambart Danmarks Statistik vóru tað í 2023, 11.700 fleiri starvsfólk á røktarheimum í Danmark enn tað vóru í 2013. 11.200 av hesum høvdu aðra bakgrund enn danska. Ein grundleggjandi avbjóðing við hesum var mentanarligi munurin millum gomlu búfólkini og starvsfólkini við aðrari etniskari bakgrund. Hvat er grundtrupulleikin, ið leiðir til hetta: Tað eru ov fá fólk fødd í Danmark síðstu árini í mun til hvussu nógv fólk eru blivin gomul og hava tørv á røkt. Ein grundleggjandi demografisk skeiklan.

28 apríl í ár “feiraðu” ráðharrar og politikkarar á Christiansborg eina nýggja fosturtøkulóg, sum nú loyvir fríari fosturtøku fram til viku 18. viku (eins og tað er í Norra og Svøríki). Tað vil siga at áðrenn viku 18, ið er næstan helvtin av viðgongutíðini, skalt tú ikki hava nakra sum helst orsøk fyri at fremja eina fosturtøku.

Tað feskasta dømið eg havi hoyrt frá vinfólkum úr Svøríki var um eina kvinnu, sum framdi tvær fosturtøkur áðrenn viku 18, tí tað vísti seg, at í báðum førum so vóru tað dreingjabørn sum vóru á veg, men hon ynskti sær eina gentu. Tað einasta sum forðaði hesum báðum dreingjunum í móðurlívið at síggja dagsins ljós var, at teir vóru dreingir, einki annað. Hetta er ísakalt og kyniskt!

 

Um 20-40 ár koma avleiðingarnar av hesi fosturtøkulóggávu at svía sterkt í okkara grannalondum og spurningurin er, um tey fáa somu lagnu sum Týskland og restin av vesturheiminum við tí ræðandi rákinum og hugburðinum, sum er í dag. Uppskotið sum verður borið í tingið týsdagin, kemur at føra Føroyar á somu kós og kemur ikki at betra um støðuna um 20-40 ár, tvørturímóti.

Politiska skipanin er til fyri at tæna fólkinum og landinum, so at okkara framtíðar eftirkomarar kunnu hava somu fantastisku møguleikar sum vit ið liva altíð hava haft, men tað sum hetta uppskotið ger, er at taka rættin frá okkara framtíðar borgarum, sum ikki koma at síggja dagsins ljós.

 

Uppskotið sum verður borið í tingi týsdagin er ikki við til at byggja land, men er eitt sera stuttskygd og illa gjøgnumhugsa uppskot, tí tað er við til at taka tann mest grundleggjandi rættin undir okkara tilveru, nemliga taka rættin til lív frá fleiri av okkara framtíðar borgarum, sum víðari fer at hava nógvar samfelagsligar avleiðingar við sær longri frammi, ja nógv fleiri enn vit geva okkum far um.

 

Vit øll sum eru føroyingar, hava altíð haft henda grundleggjandi rættin. Vit hava altíð óskert haft rættin til lívið í Føroyum. Og vit hava tikið ábyrgd fyri okkara gerðum, hóast “umstøðurnar”, hvørjar tær nú eru, ikki altíð hava verið ideellar! Tað eru uttan iva fleiri av okkum, sum ikki høvdu verið her í dag, um vit høvdu fría fosturtøku. Takk og lov fyri at tað ongantíð hevur verið so og vónandi fer tað ongantíð at verða so.

 

Hetta rákið sum er yvir okkum nú er ikki føroyskt. Tað kemur uttanifrá og vil kroysta nakað yvir okkum og taka nakað frá okkum, sum vit annars kunnu vera so ómetaliga errin av. Nevniliga at vera eitt av teimum londunum, sum framvegis sær tað óendaliga stóra virði í hvørjum einstakum menniskjalívið. Tað snýr seg ikki um at seta kvinnuna og barnið í móðurlívið upp ímóti hvørjum øðrum. Heldur ikki pápan. Tað snýr seg um at geva øllum pørtum best møguligu fortreytir og hjálp - likamliga, sálarliga, og andaliga, soleiðis at lívið hjá øllum kann vinna og Føroyar framvegis verður ein tjóð har øll óskert hava rættin til lívið – serliga tey, sum enn ikki hava fingið nakra rødd sjálvi at tosa við.

 

Móðir Teresa sum halgaði sítt lív fyri at hjálpa teimum fátækastu av teimum fátækastu segði í eini av síni røðum: “Ein og hvør tjóð, ið tekur lív í móðurlívið, hevur mist sína sál.”

 

Latið okkum ikki missa sálina sum tjóð, men finna eina holistiska loysn, sum er til lív og signing fyri barnið, mammuna og pápan.

 

Uppskotið, sum verður borið í tingið týsdagin, kemur ikki at betra um hetta, tvørturímóti.

 

--------------

 

Búgvi V. Olsen

Samkomuleiðari í Kelduni

Pápi at 5 dýrabarum børnum

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Uppskotið sum verður borið í Løgtingið t…
Veðrið um vikuskiftið
Fyrireika næminga­ráð­sval á Skúlatrøð
Nýggj vísindagrein um bakteriusamfeløg h…
SKS hevur fingið nýggjan stigabil
Venjaraleiðin er bæði stuttlig og lærurí…
Teitur - jóla­konsert í Varpinum
Rudda Føroyar leygar­dagin
Ikki Lemek men Abraham
Sjúklingar rættarleysir - Duldu skráirna…
Vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri…
Tøkk - Ruth Gregersen
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…
Borðreiddu fyri UNESCO limum
25 ár við smíli og góðari tænastu!
Áarføri í Klaksvík
Virkið Heyst verður í viku 41
Vakurt - meira enn gras og blomstur
Hvannasunds kommuna veitir fíggjarligan…