Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landskappingin í flogbólti byrjar í dag

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  20.09.2025 - 10:45 Ítrottur Tíðindi

Fyrstu dystirnir í landskappingini í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða spældir í dag.

 

Í Hotel Djurhuus-deildini (kvinnur) spæla TB og Dráttur í Trongisvági kl. 14:15, og í Polestar-deildini (menn) spæla ÍF og SÍ í Fuglafirði kl. 15:30.

Sunnudagin verða tveir dystir í Hotel-Djurhuus deildini. Føroyameistarin Fleyr tekur ímóti steypavinnaranum Mjølni kl. 13, og kl. 18 spæla KÍF og SÍ í Kollafirði.

Eins og kvinnurnar úr Klaksvík skulu menninir eisini til havnar sunnudagin, har Fleyr og Mjølnir spæla kl. 16 í Polestar-deildini.

Menninir úr Mjølni vunnu seinasta ár sítt sjeynda meistaraheiti á rað eftir tríggjar FM-finalur ímoti SÍ, har serliga tann triði dysturin er millum minniligastu flogbóltsdystir, sum spældir eru her á landi. Mjølnir vann fimta settið 17-19, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í settum og havt tveir dystarbóltar ímóti sær í javnbrótaranum, eftir annars at hava verið á odda 10-3, 12-6 og 13-8.

Hjá kvinnunum var tað Fleyr, sum gjørdist føroyameistari eftir tvær minniligar finalur ímóti SÍ, sum báðar endaðu 3-2 til Fleyr.

----

Hotel Djurhuus-deildin:
Leygardagin 20. september: TB – Dráttur kl. 14.15
Sunnudagin 21. september: Fleyr – Mjølnir kl. 13.00
Sunnudagin 21. september: KÍF - SÍ kl. 18.00


Polestar-deildin:
Leygardagin 20. september: ÍF – SÍ kl. 15.30
Sunnudagin 21. september: Fleyr – Mjølnir kl. 16.00

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík fær vitjan av KÍF í kvøld
20 ára føðingardagur á Reyni Service í d…
Dart: Føroysku lands­lið­ini til HM í Seou…
Cruise­skip á Norð­havnini
Lands­kappingin í flogbólti byrjar í dag
Djarvar ungar røddir hvørva - størsta av…
Uppskotið sum verður borið í Løgtingið t…
Veðrið um vikuskiftið
Fyrireika næminga­ráð­sval á Skúlatrøð
Nýggj vísindagrein um bakteriusamfeløg h…
SKS hevur fingið nýggjan stigabil
Venjaraleiðin er bæði stuttlig og lærurí…
Teitur - jóla­konsert í Varpinum
Rudda Føroyar leygar­dagin
Ikki Lemek men Abraham
Sjúklingar rættarleysir - Duldu skráirna…
Vit eftirlýsa eina politiska visjón fyri…
Tøkk - Ruth Gregersen
Seta stórfingnan skemtileik upp í Klaksv…
Kvøldskúlin: tilmeldingin lat upp í dag…