Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg tori heldur ikki at stuðla sambandsflokkinum

SKRIVAÐ: Anskar Hansen  |  24.09.2025 - 18:50 Lesarabrøv Politikkur

Eg eri samríkisfólk men eg velji annan flokk í dag

 

 

Eg var við at stovna Unga samband í Norðoyggjum fyri næstan fimti árum síðani.

Eg var formaður í Norðoya Sambandsfelag í nógv ár.

Eg sat í landsnevnd hjá Sambandsflokkinum í nógv ár.

Eg havi veri trúgvur lutakari á flestu fundum hjá Sambandsflokkinum.

Eg eri góður við Sambandsflokkin.

Men trupulleikin er at formaður flokksins sigður at ”her er vítt til veggja og høgt til lofta”

Vit hava fólk og felagssakap sum als ikki eru flokkstrúgv

Sjávur møtti eg upp , fyri árum síðani, til landsfund har eg átalaði Eyðis Hartmann, Johan Dahl og Unga samband fyri at vera útbrótarir og als ikki eiga at vera innanfyri veggirnar hjá Sambandsflokkinum.

Eyðis Hartmann Niclasen átti fyri árum síðani veri blaka úr Sambandsflokkinum og sjávt um eg haldi ómetaliga nógv av Jóhan so er hann alt annað enn ein flokksmaður og eigur als ikki at veri í nøkrum flokki “So be it”.  Sama er við Unga samband sum er ein bólkur av ungdómi sum alt ov oftani eru í andstøðu við stevnuskrá flokksins og sum eg eisini havi møtt á rættum stað og átala, har formaðurin hjá Unga samband breyt meg av “ vit í unga gera akkurát sum vit vilja uttan at spyrja nakran eftir” og tað hava tey so gjørt.

So samanumtikið so er so vítt til veggja í sambandsflokkinum at tú ánar ikki hvat tú er við til at stuðla við at seta kross fyri sambandflokkin.

Á fiskivinnuøkinum føli eg meg heldur ikki tryggan við sambandslokkin.

Tískil tori eg ikki at velja Sambandflokkin, og tað havi eg so ikki gjørt tey síðsti valini.

 

Eg eri samríkisfólk men eg velji annan flokk í dag.

Anskar Hansen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Leikarar og áskoðarar fagnaðu hvørøðrum
Óli er grammur í huga
Havnar­gentan kvøður í Unity Arena
Inntøkur­nar í Eystur- og Sandoyar­tunlinu…
Upplagt at vitja Skríggj
Torradagar aftur á skrá
Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!
1950 árini vóru tung hjá kommunustýru­num…
Tjóðsangu­rin í Oslo
Veðrið í viku
Oslo var einaferð høvuðsstaður hjá Føroy…
Røða hjá Sirið Stenberg, lands­stýriskvin…
10'ari á veg til KÍ
Onnur kunnu tosa KÍ niður - ikki vit!!
Áhugaverdur fyrilestur í Smæruni
Nú hevur KÍ kunngjørt Dávid
10.000 pund á 32 stampum
Norðmenn vitja Amerika
VIMA - Upplatingartilboð - allar vørur -…
Dávid Reynheim nærkast KÍ