Beinir Johannesen spyr um arbeiðið við ferjulegum á Kalsoyarleiðini
Ferjulegan á Syðradali er undir umbygging, men arbeiðið í Klaksvík er enn ikki byrjað. Tískil hevur Beinir Johannesen sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, fyrispurning um hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er.
Fyri einum ári síðani játtaði Løgtingið pening til at gera neyðugar tillagingar á ferjulegunum. Hetta var neyðugt, tí Teistin skuldi røkja Kalsoyarleiðina, og ein nýggj ferja eftir ætlan skal seta inn á leiðina í framtíðini.
Tá umbønin um eykajáttan var til viðgerðar, varð millum annað spurt, um játtanin fór at halda, og hvussu umfatandi arbeiðið í Klaksvík fór at vera. Í álitinum skrivaði Fíggjarnevndin, at hon hevði fingið upplýst, at bert smærri tillagingar skuldu gerast í Klaksvík, og at játtanin fór at røkka.
Nú arbeiðið í Syðradali hevur verið í gongd í eina tíð, men enn ikki er farið í gongd í Klaksvík, hevur tað vakt ivamál millum fólk. Tí vil Beinir Johannesen hava greiðu á, hví arbeiðið í Klaksvík dregur út, og hvussu stórt arbeiðið í veruleikanum verður.
Beinir Johannesen hevur tí sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, hesar spurningar:
Nær verður arbeiðiðá ferjuleguni á Syðradali liðugt?
Nær byrjar arbeiðiðá ferjuleguni í Klaksvík?
Hvussu nógv skal gerast á ferjuleguni í Klaksvík?
Nær væntast hesi bæði arbeiði at vera liðug?
Kennir man endaliga kostnaðin?
Beinir Johannesen
Tingmaður og formaður fyri Fólkaflokkin