KÍ kann vinna FM sunnudagin
Eftir ein torføran fyrsta tíma so glapp hjá KÍ, sum at enda vann 3-0 á Eiði og nú kann KÍ vinna FM sunnudagin.
Fyrsta tíman var lítið at skriva heim um á Eiði. KÍ hevði bóltin allatíðina, men skapti ikki málmøguleikar. Í summum dystum kemur væl fram, at KÍ til tíðir manglar skapandi miðvallarleikarar, serliga sentralt, har tveir leikarar spæla sum verjukendir og har tað er ov sjáldan at leikarin aftanfyri álopsleikaran slær til við skapandi spæli. Og KÍ var heppið, at EB/Streymur ikki fekk brotsspark í seinna hálvleiki, tá Odmar Færø við arminum gav Símuni Kalsø eitt skump í ryggin. Eftir at ein tími var spældur byrjaði KÍ at skapa málmøguleikar og Árni Frederiksberg fekk hol á og seinni legði hann upp til Filip Brattbakk, áðrenn Árni skoraði beinleiðis hornaspark til úslitið 3-0.
3-0 til KÍ og nú er KÍ so nær at vinna FM nummar 22, at tað kann henda longu sunnudagin. Til tað krevst, at NSÍ ikki vinnur sín dyst á 07 Vestur(dysturin byrjar kl. 15.00), meðan KÍ vinnur á Svangaskarði (dysturin byrjar kl. 17.15).