Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hondbólturin flýgur framvegis á føroyskum veingjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.09.2025 - 11:07 Ítrottur Tíðindi

Atlantic Airways hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum á føroysku hondbóltsleiðini seinastu árini, og hava Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways nú longt stuðulssamstarvið til 2028.

 

Gunn Ellefsen, starvsnevndarforkvinna í HSF, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hittust í farnu viku, Við Tjarnir, og skrivaðu undir nýggja sáttmálan. Atlantic Airways skal eisini flúgva føroyska kvinnulandsliðið beinleiðis til HM-endaspælið í Trier seinni í ár, og vóru landsliðsleikararnir, Súna Krossteig Hansen og Maria Pálsdóttir Nólsoy, eisini og heilsaðu uppá.

 

Vit vilja fegin vera ein virkin viðleikari hjá Hondbóltssambandi Føroya. Vit hava í nógv ár flogið landsliðini út í heim og hava eisini merkt økta virksemið og framgongdina. Ein slík avtala er ikki ’bara’ eitt samstarv fyri okkum. Hetta er eisini ein samfelagsábyrgd m.a. í og við, at vit skipaðu fyri beinleiðis flutningi til EM-endaspølini hjá kvinnum og monnum í Basel og Berlin fjør, og ikki minst aftur í vetur, tá ið vit fara at flúgva beinleiðis til HM hjá kvinnunum í Trier, umframt at fleiri eyka flogfør eru sett inn til EM hjá monnunum í Oslo í januar, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltsambandi Føroya viðmerkir: Tað er vorðið soleiðis, at Atlantic Airways og føroysku landsliðini í hondbólti hanga saman. Atlantic Airways hevur stuðlað í nógv ár, og vit gleðast um, at hetta heldur fram. Sum hondbólturin mennir seg til at vera í heimsflokki, halda vit, tað er gott at kunna flúgva í heimsflokki, hagar vit skulu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tussj við Thorvald Danielsen
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
MEST og MOWI gjørt avtalu um bygging av…
Klaksvíkar kommuna fer at kosta 318 mió…
Byggisamtyktin fyri E5 góðkend
Pisshúsið í Klaksvíksgarði­num beinast bu…
Fría fosturtøkan og føroyska fólkasálin
Video: Evnisfrágreiðing um kommunubúskap…
Hondbóltu­rin flýgur framvegis á føroysku…
Føroysk rognkelsisgransking í World Aqua…
Tunnilsdagur: Luksus­loppur í Badmintonhø…
Latið okkum nú geva KÍ dygga uppbakking
Dart: Kvinnur­nar endaðu aftast í bólkinu…
Niels Juel vann fyrsta HM-heiðursmerki í…
Stjørnan vann á EB
KÍ kann vinna FM sunnudagin
Lands­stýris­kvinnan luttekur á ST-aðalfun…
Beinir Johannesen spyr um arbeiðið við f…
Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir…
Tíðin er komin at endurskoða leiðslubygn…