Lýsing
Lýsing
Lýsing

Klaksvíkar kommuna fer at kosta 318 mió krónur í 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.09.2025 - 14:20 Politikkur Tíðindi

Í uppskoti til fíggjarkarm fyri árið 2026 sæst, at Klaksvíkar kommuna væntar sær inntøkur á 407, 1 mió. krónur og fer at gera íløgur fyri 52 mió. krónur

 

Býráðsfundur er í kvøld kl. 17.30. Eitt av málunum er uppskot til fíggjarkarm 2026.

 

Inntøkurnar komandi ár eru mettar til 407,1 mió. kr. 

Raksturin er mettur til 318 mió.kr., ið er 14 mió. kr. hægri enn framskrivingin fyri 2025. Økingin stendst av lønar- og prísvøkstri. Avlopið frá rakstri er mett til 89,1 mió. kr.

Við rentustuðli (7,1 mió.kr.) og rentugjaldingum (12,2 mió.kr.) er avlopið áðrenn íløgur og avdráttir 69,8 mió. kr

Býráðið samtykti í februar 2023 at rinda 30 mió. kr. í lánsgjøldum næstu árini. Við 12,2 mió. kr. í rentum, verða avdráttirnir 17,8 mió. kr. og íløgurnar 52 mió. kr.

Í 2021 var raksturin 234 mió. kr. (uttan løgustuðl), og seinasta framrokningin fyri 2025 vísir, at raksturin verður 304 mió. kr. (uttan íløgustuðul). Hetta gevur ein miðalvøkstur upp á 6%.

Í uppskotinum er lutfallið millum rakstur og inntøkur 78,1% samanborðið við 79,7% í 2021. Leggja vit rentstuðul + rentuútreiðslur afturat rakstrinum, er lutfallið 82,9%, meðan tað í 2021 var 82,2%. Rentustuðul og rentugjaldingar byggja eisini á framrokningar við støði í rentunum september 2025.

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við einum inntøkukarmi á 407,1 mió.kr., og at miðað verður eftir einum lutfalli millum rakstur og inntøkur upp á 75 % fyri fíggjarætlanina 2026.

Við ársbyrjan var bankaskuldin 391,1 mió. kr. Lán upp á 40 mió.kr. var tikið í mai, og við avdráttum og rentum verður bankaskuldin við ársenda áleið 413 mió. kr.

Gjaldførið er avmarkað, og fyri at sleppa undan lántøku er neyðugt, at játtanirnar halda. Ein orsøk til hetta er, at felagsskatturin ikki verður útgoldin fyrr enn síðst í árinum, og tað setur krøv til gjaldførið.

 

Fíggjarætlanararbeiði

Tað eru tveir temadagar settir av til fíggjarætlanararbeiðið, har býráðslimir saman við umsiting viðgera rakstur og íløgur.

  • Temadagur I verður 8. oktober, har raksturin verður viðgjørdur
  • Temadagur II verður 6. november, tá íløgurnar verða gjøgnumgingnar

Fíggjarætlanin verður síðani viðgjørd í fíggjarnevndini 25. november og í býráðnum 27. november.

 

Býráðsfundurin kann stroymast beinleiðis á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu frá kl. 17.30

Les meira um býráðsskránna her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tussj við Thorvald Danielsen
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
MEST og MOWI gjørt avtalu um bygging av…
Klaksvíkar kommuna fer at kosta 318 mió…
Byggisamtyktin fyri E5 góðkend
Pisshúsið í Klaksvíksgarði­num beinast bu…
Fría fosturtøkan og føroyska fólkasálin
Video: Evnisfrágreiðing um kommunubúskap…
Hondbóltu­rin flýgur framvegis á føroysku…
Føroysk rognkelsisgransking í World Aqua…
Tunnilsdagur: Luksus­loppur í Badmintonhø…
Latið okkum nú geva KÍ dygga uppbakking
Dart: Kvinnur­nar endaðu aftast í bólkinu…
Niels Juel vann fyrsta HM-heiðursmerki í…
Stjørnan vann á EB
KÍ kann vinna FM sunnudagin
Lands­stýris­kvinnan luttekur á ST-aðalfun…
Beinir Johannesen spyr um arbeiðið við f…
Eisini løgtingslimir hava ligið tryggir…
Tíðin er komin at endurskoða leiðslubygn…