Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Bersøgin foreldur virka í kærleika”

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  26.09.2025 - 10:25 Myndarøð Tíðindi

Tað var yvirskriftin á fyrilestri í gjár, sum Trivnaðardeildin í Klaksvíkar kommunu skipaði fyri saman við Barnaverndarstovuni.

 

Varpið var fullsett við starvsfólkum innan dagstovna-, frítíðarskúla- og skúlaøkið í Norðoyggjum. Eisini vóru starvsfólkini í Húsinum og limirnir í trivnaðarnevndini Børn & Ung boðin við.

Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og nýtti høvi at takka starvsfólkunum á økinum fyri sítt íkast, sum hevur so ómetaliga stórt virði fyri kommununa.

Fyrilestrarhaldarin Rikke Yde Tordrup, sum er autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði, hevur drúgvar arbeiðsroyndir og hevur havt nógvar fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv.

Fyrilesturin í gjár snúði seg m.a. um, hvussu starvsfólk eru um foreldur, sum hava høg krav og sterkar kenslur í samband við dagstovna- og skúlatilboð.

Uppá ein skemtiligan og álvarsligan máta greiddi hon frá, hvussu starvsfólk kunnu skipa samskifti soleiðis, at báðir partar kenna sína uppgávu. Tí hvørki foreldur ella starvsfólk, sum føla seg álopin, lurta. Bæði foreldur og starvsfólk virka eftir bestu sannføring, tí hevur tað týdning, at báðir partar eru greiðir yvir, hvørjar spælireglur eru galdandi nær, fyri hvønn og á hvønn hátt.

Somuleiðis hugleiddi Rikke um týdningin av einum góðum felagsskapi, sum als ikki noyðist at verða knýttur at einum virknum foreldrabólki, men heldur endamálinum um, at øll megna at vera við, soleiðis at gjógvin millum tey sum vilja alt, og tey, sum ynskja minni, ikki gerst ov stór, tí endamálið má í síðsta enda vera ein felagsskapur, har øll kunnu vera við.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í trivnaðarmevndini Børn & Ung takkaði fyri, og rósti bæði starvsfólkum og fyrilestrarhaldara fyri upplýsandi og gevandi fyrilestur.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ høllin og Svimji­høllin
Veðrið um vikuskiftið
Pisshúsið yvirlivdi
Kundar hjá LÍV fáa nýggjar bústaðarmøgul…
Eftirlønarútgjaldið í 2026 er 6.650 kr.
Lego, loysnir og forritan
“Bersøgin foreldur virka í kærleika”
- Klaksvíkar Sjúkra­hús er sakin
Fólka­skúlin á Skúlaneti: øll børn hava n…
Tussj við Thorvald Danielsen
Heiðurs­konsert fyri Alex Sólstein
MEST og MOWI gjørt avtalu um bygging av…
Klaksvíkar kommuna fer at kosta 318 mió…
Byggisamtyktin fyri E5 góðkend
Pisshúsið í Klaksvíksgarði­num beinast bu…
Fría fosturtøkan og føroyska fólkasálin
Video: Evnisfrágreiðing um kommunubúskap…
Hondbóltu­rin flýgur framvegis á føroysku…
Føroysk rognkelsisgransking í World Aqua…
Tunnilsdagur: Luksus­loppur í Badmintonhø…