Lýsing
Lýsing
KÍ høllin og Svimjihøllin
Á býráðsfundinum ígjár varð eykajáttan á 300.000 krónur til KÍ høllina og 400.000 krónur til Svimjihøllina einmælt samtykt.
Kommunan sigur at nógv er hent á ítróttarøkinum í ár, bæði tilætlað og óvæntað. Gólvið í KÍ-høllini er skift, sum hevði avleiddar útreiðslur við sær á tilsamans 300.000 kr. Harafturat vórðu ymsar broytingar gjørdar við skiftingarrúmunum, nú allur hondbólturin verður savnaður í KÍ høllini.
Fleiri avbjóðingar hava verið í svimjihøllini m.a. við dúkinum í baðilandinum, sandfiltrinum í innanduraspa og klor-rúminum, umframt meirnýtslu á lønarposti orsakað av sjúkramelding. Hesar meirútreiðslur góvu tilsamans uml. 400.000 kr.
Meirnýtsla á ítróttarøkinum á 700.000 kr., sum tørvur er á at meirjátta av tøkum peningi.
Seinastu tíðindini