Team Klaksvík raðfestir menning og ungdóm
(Grein úr blað nr. 8)
Team Klaksvík hevur viðgongd í ungdómshondbólti, sum í vetur fer at seta met hjá felagnum í tali av íðkandi. Lokali ungdómurin verður høgt raðfestur, so framgongdin í ungdómshondbóltinum síðstu árini skal halda fram og vónandi síggjast aftur á besta liðnum innan fá ár.
Team Klaksvík hevur eftirhondini spælt í nógv ár í bestu mansdeildini. Úrslitini hava verið skiftandi. Tey bestu úrslitini hava verið tvey bronsuheiðursmerki, men eisini eru kappingarár, har liðið einki stig hevur fingið. Men síðstu árini er nakað hent í felagnum, sum kann far at síggjast aftur á besta liðnum um fá ár. Ungdómsarbeiðið hevur verið at síggja til gott og í úrslitum hevur Team Klaksvík síðstu árini verið millum tey bestu feløgini aftanfyri H71, sum er í einumn flokki fyri seg. Felagið hevur fingið onkran U-landsliðsleikara, men tað besta liggur helst og bíðar, tí tað sær gott út longri niðri, sigur formaðurin Jón Jacobsen, sum vit hava hitt, nú nýtt kappingarár er farið í gongd. Jón Jacobsen er nýggjur í nevndini, sum bleiv vald í mai.
Nevndin í Team Klaksvík er hendan:
Jón Jacobsen
Lovisa Lassen
Óli á Gravarbø
Heri Johnsson
Súsanna Danielsen
Elvin M. Olsen
Skiftið til KÍ-høllina gevur avbjóðingar
Fyrireikingarnar til hetta kappingarárið hava verið merktar av praktiskum avbjóðingum.
- Byrjanin til kappingarárið hevur verið merkt av, at kommunan hevur gjørt eina broyting, har gólvið í KÍ-høllini er skift sum merkir, at allur hondbóltur, har harpiks verður brúkt, skal verða í KÍ-høllini. Arbeiðið hevur gjørt, at mann ikki er sloppin í gongd so tíðliga sum mann ynskti.
KÍ-høllin rúmar ikki øllum, sum vit ynskja. Besta mansliðið, sum spælir í Burn-deildini, er farið upp at venja fýra ferðir um vikuna. Vit hava tvey hondbóltsfeløg á tilsamans 400 limir av hvør sínum kyni, sum gevur avbjóðingar við skiftirúmum o.s.v., har ein hevur heimalið og útlið, tá dystir eru.
- Tað er stuttligt, at bæði hondbóltsfeløgini eru undir sama taki, men afturat hesum er eisini annar ítróttur í KÍ-høllini, so vit hava ikki allar tímarnar, hóast vit hava nógvar. Høvdu vit havt allar, so hevði tað loyst upp fyri nógvum.
- Annars hava fyrireikingarnar minst nógv um undanfarnu ár, men við fleiri venjingum enn vanligt uppá stutta tíð, sigur Jón Jacobsen við Norðlýsið.
Venjari á høgari hill
Tað er 52 ára gamli Panagiotis Messinis úr Grikkalandi, sum venur besta liðið hjá Team Klaksvík í 2025/26. Talan er um venjara, sum ikki hevur verið í føroyskum hondbólti áður.
Talan er um venjara, sum síðandi 2023 hevur verið hjálparvenjari hjá besta mansliðnum hjá Olympiakos úr Grikkalandi, sum vann meistaraheitið farna kappingarár. Frá 2019 til 2022 var hann venjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Grikkalandi. Sum leikari leikti hann 85 landsdystir fyri Grikkaland. Umframt at venja besta liðið, so kemur hann eisini at hava ein stóran venjaraleiklut fyri alt felagið við tí endamáli, at allur ungdómurin kemur at fáa venjingar á høgum stigi.
- Vit hava ein nýggjan venjara, sum koyrir øgiliga nógv á. Vit hava í hesi løtu havt 31 venjingar ella dystir uppá 28 dagar, so tað hevur verið øguliga intenst. Nakrir leikarar hava klára allar 31 venjingarnar, so tað er hugaligt.
- Tað er skiftandi, hvussu tað hevur sæð út. Eingin sigur er komin, og tað hava vit heldur ikki raðfest.
- Hann krevur nógv og er sera seriøsur. Eg vænti, at fleiri av leikarunum hava ongantíð vant so nógv og so intenst sum til hetta kappingarárið. Hann er væl skipaður og tilrættisleggur langt fram í tíðina, sum ikki er so føroyskt. Hann veit, hvat hann er komin til, tá tað snýr seg um leikaratilfar og hvør arbeiðsuppgávan er. Hann passaði sera væl til tann profilin, sum vit leitaðu eftir. Hann kemur av høgari hill, tí hann kemur frá griska stórfelagnum Olympiakos. Hann hevur mastersprógvi frá EHF og hevur roynt líknandi uppgávur fyrr í Grikkalandi við at bygt upp feløg.
Fyrr í summar síðani gjørdi Team Klaksvík sáttmála við málverjan Mladen Mjerimacka, ið verður málverji og málverju mennari í felagnum. Hann hevur nógvar royndir sum málverjuvenjari m.a. hjá U21-landsliðnum, sum vann bronsu í HM-endaspælinum í summar, sigur formaðurin.
Lokalan hóp
Summi ár hevur Team Klaksvík havt nógvar útlendskar leikarar og leikarar aðrastaðni frá í Føroyum m.a. av neyð, tí tað hevur manglað fólk. Hetta byrjar at broytast so at fleiri og fleiri lokalir mynda hópin hjá besta liðnum.
- Vit hava ein ungan lokalan hóp, sum tilsamans telir eini 16-18 leikarar. Vit hava Mladen Mjerimacka, Jens Paula Poulsen, Mathias L. Samuelsen og Vilhelm Vilhelmsen, sum hava royndir, men restin eru ungir leikarar. Nógvir um 17-18 ára aldur, sum skulu traðka til. Tí endamálið hjá okkum er framyvir at forsýna okkum sjálvum við okkara ungdómsarbeiði.
- Mladen Mjerimacka er komin frá VÍF og Nóa Larsen er komin frá EB. Teir eru málverjar, og so er Carl Grøndahl Vej komin at hjálpa til, sum er ungdómsvenjari ha Stjørnuni. Men annars er talan um lokalar leikarar. So hetta mann verða eitt tað lokalasta liðið, sum vit hava havt. Tó skal eg ikki avskriva, at vit fáa onkran styrk afturat, tí vit komu seint í gongd við fyrireikingunum, tí nevndin kom ikki til fyrr enn í mai. Harafturat er tað fíggjarligi parturin, sum skal hanga saman. Vit hava tikið eitt val, at hava hópin so lokalan sum møguligt og so brúka pengar uppá tað, sum er týdningarmiklast, sum er venjarin. Og har skulu vit av tí sama síggja menning hjá einstaka leikaranum, eisini málverjum, har vit hava Mladen sum málverjuvenjara fyri alt felagið niður til 14 ár.
- Málsetningurin er flótandi, tí vit seta ikki tal á t.d., hvørjum plássi vit skulu enda á. Vit skulu skapa ein venjingarmentalitet og ein hugburð, sum skal fara gjøgnum alt felagið. Vit vóna, at ungu leikararnir fara at mennast við spælitíðini, sum teir fáa í lutfalsliga ungum aldri, og taka ábyrgd soleiðis, at teir kunnu fáa stóran leiklut í framtíðini. Tað er gjørt eitt gott ungdómsarbeiði í felagnum, men vit hava til tíðir havt torført við at varðveitt leikarar, sum eru givnir, tá teir eru komnir í ein avísan aldur. Vit ynskja at síggja framgongd á fleiri økjum m.a. við, at limatalið skal verða vaksið, tá árið er liðugt ímun til nú í september. Samstundis sum vit kunnu kappast í oddinum í onkrum av kappingunum hjá yngru deildunum, sigur Jón Jacobsen.
Hópurin til fyrsta landskappingardystin var hesin:
Mladen Mjerimacka
Nóa Larsen
Tóri Ragnarsson
Ronni Reyðberg
Jóhan Páll Levisson
Beinir Johannesen
Asbjørn Lómaklett á Tjaldrafløtti
Vilhelm Vilhelmsen
Jan Eli Ragnarsson
David Danielsen
Jósef G. Hansen
Mathias L. Samuelsen
Carl Grøndahl Vej
Anfinn S. Kallsberg
Jens Pauli Poulsen
Venjari: Panagiotis Messinis
Mangla styrkisrúm
Tá vit koma inná umstøður, so er tað serliga eitt høli til styrkisvenjing fyri ein størri hóp, sum manglar.
- Vit høvdu ynskt okkum betri umstøður. Taka vit møguleikar fyri styrkisvenjing og samanbera við onnur hondbóltsfeløg, so eru vit langt, langt, langt aftanfyri. Vit hava alt ov vánaligar umstøður til kropsliga venjing. Tað er sera avmarkað, hvat vit kunnu. Hjá øðrum feløgum hava liðini frá U14 og uppeftir ofta eina seriøsa kropsliga venjing áðrenn ella eftir vanligu venjingina við vektum o.s.v. Tað blívur ein venjingarmentan við styrkisvenjing, men har halta vit afturút. Vit hava ein lítlan krók í Badmintonhøllini, sum er 30 m2, har tað passa fýra mans inn at gera nakrar venjingar, men tað hjálpir lítið, tá 16 leikarar ella fleiri hoyra til ein hóp. HSF hevur sett ein kropsligan venjara, sum skal hjálpa feløgunum, og HSF ynskir, at hesin parturin byrjar frá 14 ára aldri við skaðafyribyrging, skjótleikavenjing o.s.v., sigur hann. Men kann Team Klaksvík ikki hava styrkisvenjing í Íðka, sum er venjingarmiðstøð, sum liggur beint við hallirnar.
- Tað er ein minuttur at ganga yvir í Íðka, men skal felagið gjalda fyri, at 100 leikarar fara í Íðka at venja ella er tað kommunan, sum skal gjalda tað? Vit hava eitt fótbóltsfelag, sum hevur trý styrkisrúm til sín sjálvs, meðan tað fara 600 fólk ígjøgnum Badmintonhøllina um dagin í ymiskum ítrótti.
- Um kommunan ynskir framgongd í vetrarítróttinum, so skylda tey okkum - tað er hondbólti, flogbólti, badminton, kurvabólt o.s.v - at fáa bestu umstøðurnar, so at mann er á jøvnum føti har, tí hitt kemur aftaná, tað er 100 prosent.
- Vit hava eitt kontór, men annars eru ikki felagshøli, og tað er galdandi fyri næstan allan inniítrótt í Klaksvík. Tað eru ikki hølir har ein kann møta áðrenn og eftir venjing. Skiftirúmini eru felagshølir kann ein siga, sigur Jón.
Fíggjarligi parturin
Vit spyrja síðani um fíggjarliga partin og hvussu tað gongur at fáa fólk at sita í nevnd.
- Vit hava eina sera virkna nevnd, har onkur hevur sitið í nevndini fyrr, meðan fleiri eru nýggj. Har eru nógvar uppgávur, men tað er ein hararbeiðandi nevnd, sum serliga brennur fyri at fáa lyft ungdómsarbeiði á eitt enn hægri stig, og tað er krevjandi. Og so hava vit nógv hjálparfólk og sum heild eru fólk jalig at hjálpa hondbóltinum á ymsan hátt. Tí uppgávurnar eru so nógvar og ymiskar, har nevndin ongan møguleika hevur at røkja alt.
- Tað er ymiskt, hvussu nógv tað hevur kostað at rikið felagið síðstu árini, og tað er dýrari at reka hondbóltin nú enn fyri bara fýra árum síðani. Enn er ikki alt komið endaliga uppá pláss hjá okkum fyri hetta kappingarárið, men vit koma at hava eina útreiðslu á eina millión ella kanska nakað meir enn tað. Vit hava góðar stuðlar, og so hava vit nøkur tiltøk, sum geva pengar. Vit gera m.a. eitt stórt arbeiði á Summar Festivalinum við at seta upp og taka niður hegn, telt o.s.v. Tað krevur nógv fólk uppá stutta tíð, og tað velja vit framum okkurt, sum krevur nógv yvir langt tíðarskeið. Og so hava vit fýrverksølu, sum hjálpir væl.
- Limagjaldið er ymiskt alt eftir, hvar ein spælir. Í bestu deildini er tað 2000 krónur, í U18 er tað 1500 kr. og so minkar tað niðureftir. Tað lægsta er 700 krónur. Limagjaldið er farið upp, men vit fylgja við, hvat onnur hondbóltsfeløg gera. Har eru vit hvørki dýrast ella bíligast, sigur hann.
Raðfesta ungdómin
- Limatalið hevur ongantíð verið so høgt sum nú. Frá U12 og niður koma eini 3-4 lið at verða í hvørji kapping. Hjá U14 eru tvey lið og so er eitt lið hjá U16 og eitt lið hjá U18, so vit hava lið í øllum deildum.
- Panos (venjarin úr Grikkalandi, blaðm.) er til stórt sæð allar venjingar í felagnum, men so fær hann góða hjálp frá hjálparfólkum og foreldrum. Hjá U14 eru Jens Pauli Poulsen og Mathias L. Samuelsen venjarar, men annars er panus venjari. Til vikuskiftir, har høvuðsvenjarin ikki fær verið til allar dystir, so eru hjálparfólk á síðulinjuni, sigur hann.
Vit spyrja, um tað ikki er ein ov stór arbeiðsbyrða at leggja á ein venjara at hava stórt sæð øll liðini í felagnum.
- Tað er nógv at leggja á ein mann, men tað er ein arbeiðsbyrða, sum hann kennir til. Tí tímatalið er minni enn tað, sum hann hevur havt okkurt annað ár. Men jú tað krevur nógv av einum og ein skal verða væl fyrireikaður. T.d. hava vit ein árgang hjá U8, har 40 leikarar eru til venjing í eini høll. So tá skal tað verða ein dugnaligur venjari, sum skal fáa boðskapin út og fáa gjøgnumført venjingarnar. Vit meta ikki, at arbeiðsbyrðan er ov stór, tí hetta er ikki ein neyðloysn. Vit høvdu ynkst at sæð fleiri hjálparvenjarar. Hondbóltsfamiljan í Klaksvík er framvegis fesk, men vit byrja at síggja fólk ganga aftur sum hjálparfólk, sum hava spælt í felgnum fyrr, tí tey nú eru blivin foreldur. Eisini hava vit dreingir frá U14 og U16, sum eru raskir at hjálpa til eftir skúlatíð.
Team Klaksvík hevur síðstu árini fingið lutfalsliga góð úrslit í yngru deildunum og málið er at gera tað enn betri, men menningin hevur hægstu raðfestingina.
- Vit ynskja at blíva enn betri hetta kappingarárið og fara eitt-tvey pláss longur upp hetta kappingarárið. Vit hava t.d. U12, sum hevur havt David Heningman sum ungdómsvenjara í fýra ár og teir eru rættiliga væl skúlaðir. Panos sigur, at tað er stuttligt at síggja teir, tí teir eru nokkso ’’komplettir’’. Tað ungdómsarbeiðið sum hevur verið frammanundan hevur verið gott og undir optimalum umstøðum, so høvdu vit kanska David sum ungdómsvenjara longri, men hann ynksti at fara heim aftur, so har høvdu vit einki val. Hesin nýggi venjarin er á sama stigi og kann byggja víðari á tað, ið er gjørt. So tað hevði verið stuttligt at sæð nøkur av ungdómsliðunum kappast um heiðursmerki, men vit hugsa fyrst og fremst um menning, og so kemur hitt av sær sjálvum. Vit ynskja at menna leikararnar, eisini sum persónar. Vit gera ikki mun á leikarum, sum hevur framúr talent og tey sum hava avmarkingar. Tí tey sum trívast í felagnum verða verandi og verða berandi við ymsum uppgávum. Vit hava havt onkrar U-landsliðsleikarar, men tá t.d. núverandi U12-hópur kemur longur upp, so burdu vit havt møguleikar at fingið fleiri U-landsliðsleikarar. Tí har eru nógvir góðir hondbóltsleikarar.
Sum nakað nýtt er farið at leggjast til við leikarum úr Eysturoynni.
- Vit síggja fleiri og fleiri eysturoyingar koma til Team Klaksvík at venja. Tað er gleðiligt. Heilt niður til 6-áraaldur. Eg var sjálvur venjari eina venjing hjá dreingjum 5-6 ár, har 34 dreingir vandu. Av teimum taldi eg 14, sum komu úr Eysturoynni, sigur Jón Jacobsen.
Døming
Í einum slíkum felag eru nógvir dystir hvørt vikuskiftið og tað krevur sítt m.a. við at hava dómarar til hvønn dyst.
- Vit hava altíð brúkt okkara egna fólk. Vit hava ofta U16- og U18-dreingir at døma ein U10 dyst, so vit hava ikki børn, sum døma børn. Tað hanga ikki dómarar á trøðunum í Klaksvík. T.d. plaga Burn-leikarar(besta deildin) at døma 1.deild, sum vanliga spælur beint eftir Burn-deildina. Leikarar frá besta liðnum døma eisini, men vit hava nú fleiri leikarar frá U18 o.s.v., so roteringin ger, at tað verða ikki so nógv vikuskifti í part hjá leikarum á besta liðnum, sigur formaðurin.
Samanlegging
At enda koma vit inná samanleggingina millum Stjørnuna og Team Klaksvík, sum var uppá tal fyrr í ár, men sum fyribils bleiv av ongum.
- Meirilutin í nevndini sær fyri sær, at samanlegging verður einaferð í tíðini og sum eg skilji, so er kanska eisini meiriluti í nevndini hjá Stjørnuni fyri, at tað einaferð blívur eitt hondbóltsfelag. Tað er kanska eisini eitt framstig, at allur harpikshondbóltur er undir sama taki nú í KÍ-høllini. Tað er sunt fyri hondbóltsumhvørvið, at gentir og dreingir annaðhvørt fara inná vøllin at venja. Men eg dugi ikki at meta um, nær vit fáa eina samanlegging og um tað fær ta neyðugu undirtøkuna millum limirnar í báðum feløgunum, so alt hatta er ógreitt í løtuni og tað fyllir av tí sam einki í gerandisdegnum, sigur Jón Jacobsen.