Lýsing
Lýsing
Lýsing
Grátt og vátt í Klaksvík fyrrapartin. Tað fer tað eisini at vera í nátt og allan morgin. Hann fer at liggja inn eftir vánni við vindi upp í skrið, kanska stormur onkra løtu. | Mynd: faroeislandslive.com

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  03.10.2025 - 12:02 Tíðindi Veðrið

Eit sindur rokaligt veður um vikuskiftið. Restirnar av tropisku ódnini Humberto fara eysturvið sunnanfyri Føroyar. Kring miðjuna er nógv regn og enn nakað av vindi, tó als ikki so nógv, sum tað hevur verið. Upp í skrið í miðalvindi.

Tað er í skrivandi løtu statt beint norðan fyri Írland, men gongur ímóti leiðini beint norðan fyri Skotland. Tað er farið eysturum á midnátt í kvøld, og tá fer veðrið í Føroyum at vera keðiligt í næstan eitt samdøgur fram.  

Veðrið um vikuskiftið verður tí soleiðis:

Nú á middegi er eitt lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Eitt sindur út á seinnapartin slítur í, og eitt sindur seinni fer hann eysturum til landnyrðing. Tíðliga í kvøld veksur vindurin upp í 3 til 8 m/s av landnyrðingi, loftið samdrigið, men turt. Tá líður á kvøldið gongur hann upp í norðan, og vindurin fer at veksa, og sum frá líður fer eisini at regna. Á midnátt eru 13 til 18 m/s høgt, samdrigið og regn ella ælaveður.

Í nátt og stóran part av morgindegnum fer hann at liggja av útnyrðingi norði, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Vindurin minkar um kvøldið. Á midnátt er vindferðin komin niður í 10 til 15 m/s, enn samdrigið og regn.

Í morgin er frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn, fyrst vestanfyri. Seinnapartin støkkur hann vesturum og fer í útsynning, vindurin minkar niður um 5 m/s, loftið hálvskýggjað og sólglottar, men eisini regn í støðum. Um kvøldið slítur í. Um náttina lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 11 til 13 stig, men um náttina niður í 5 stig.

Sunnunáttina minkar vindurin meira, og samregnið verður til ælaveður. Fram ímóti morgni eru 8 til 13 m/s av útnyrðingi, samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin sunnudagin gongur hann niður í vestan og vindurin minkar niður í 3 til 8 m/s, í erva klárnar heilt fitt og tað slítur í. Seinnapartin sunnudagin og um kvøldið gongur hann spakuliga úr vestri niður í sunnan, tað fer at draga á luftina, og sum frá líðir er okkurt ælið í støðum.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Er Miðflokku­rin eitt problem barn?
Íshúsið opið í vikuskiftinum
KÍ veitslan byrjar kl. 19.00
Spurningu­rin frá Bárði á Steig Nielsen t…
Ikki undirtøka í samgonguni fyri styttri…
Løgmaður: – Almenn starvs­fólk og brúkara…
Reisigildi Eystan Garð
Ongin sparing í at uppsiga aðalstjórar
Soleiðis blivu frákoyrdu lands­stýrismenn…
Løgmaður um veljara­kanningina
Løgmaður: - Akademikara­felagið skal ikki…
Julian Gregersen settur sum venjari hjá…
Rampan á Syðradali: Nýggjur gelendari se…
Forsølan til Summar Festivalin er byrjað
Veðrið um vikuskiftið
Norðoya Listafelag 40 ár
JFK-Open Grand Prix 2: Úrslit og myndir
Stuðuls­tiltøk í Føroyum varpa ljós á kri…
 Livar sigur frá í Christians­kirkjuni
Milson til minnis