Lýsing
Lýsing
Lýsing

Kom og stuðla tiltakinum "Saman um krabbamein"

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2025 - 20:36 Tíðindi

Týskvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 til 21.00 verður skipað fyri stuðulstiltakinum Saman um krabbamein - á Skúlatrøð. Hetta kvøldið verður peningur samlaður inn til Krabbameinsfelagið, og tað, sum kemur inn, fer óskert til felagið

 

 

Innsavningin er liður í stóru innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum verður 26. oktober í Løkshøll. Sí myndir á høgra bredda.

Á skránni 7. oktober á Skúlatrøð verða spennandi tónleikainnsløg bæði við næmingum og starvsfólki. Í steðginum verður kafe, tombola og sølutorg.

Verðið hjartaliga vælkomin til stuðulstiltakið. Vit eru takksom fyri allan stuðul, sum verður latin.

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

19.00 - Bjóðað verður vælkomin
19.05 - Heini og Brynhild syngja og spæla
19.15 - Skúlakórið syngur
19.30 - Sólblómurnar syngja
19.40 - Steðgur
20.20 - Skúlahornorkestrið spælir
20.35 - Næmingar framføra fólkadans
20.50 - Steintór og genturnar spæla
21.00 - Vit takka fyri

Lýsing
Seinastu tíðindini
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar