Lýsing
Lýsing
Lýsing
Katrina Steinberg og systur hennara Mathilda Hanusardóttir í vaskirúminum | Mynd: Jóhann Lützen

Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norðvaski

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.10.2025 - 09:31 Myndarøð Tíðindi Vinna

Katrina Steinberg er stjóri í fyritøkuni Norðvask. Norðvask er ein fyritøka, sum hevur 5 ár á baki. Hon byrjaði í tí smáa við vasking og reingerð, og so er nakað av matgerð og klædnavaski eisini, men serliga reingerð fyri vinnu- og privatkundar. Norðlýsið hevur sett stjóranum stevnu og biðið hana greiða frá fyritøkuni heilt frá byrjan til í dag.

 

(grein úr blað nr. 8)

 

– ”Orsøkin til, at eg fór undir hesa fyritøkuna, var, at eg havi sitið á skrivstovu í heilt mong ár og havi altíð havt ein dreym eina vaskifyritøku. Tað tóktist ikki realistiskt, men so gjørdist eg sjúk, og tað riggaði øgiliga illa hjá mær at sita á skrivstovu. Eg hevði tørv á einum starvi, har eg rørdi og flutti meg meira. Tað riggaði heilt væl líka frá byrjan”, sigur Katrina, og heldur fram:

– ”Vaskifyritøkan hevur leingi ligið í bakhøvdinum, tí eg havi nógvar royndir frá eitt nú hotell- og tænastuvinnuni. Fyrstu tíðina í Norðvaski var tað rættiliga stilt, men kundarnir tóku væl ímóti fyritøkuni beinanvegin. Klaksvík er ikki so stórt pláss, og tí varð tað lætt at koma í samband við kundarnar. Vit fingu góðar kundar beinanvegin og harvið glið á. Leingi vóru eg og systur mín einsamallar, og tað var ikki eingong fulla tíð. Men so kom meira og meira virksemi, og tað var ein góð blanding av fyritøkum og privatum kundum, sum bóðu um okkara tænastur”, sigur Katrina Steinberg.

– ”Í dag eru vit eini 8 starvsfólk til arbeiðis í dagtímunum, ið eru millum kl. 8 og 16. Men tá ið lønirnar skulu gerast upp í hvørjum mánaði, so liggur starvsfólkatalið upp ímóti 30, tí har eru nógvar, sum fara út um kvøldini og vaska t.d. barnagarðar, og so eru summar, sum gera nátturðar ella kokkast á annan hátt, so tað blívur nokkso nógv fólk tilsamans, sum fara ígjøgnum skipanina”, sigur hon, áðrenn komið verður inn á litfagra kundaskaran.

 

Alt frá óhjálpnum privatfólki til stór skip

– ”Kundarnir eru øgiliga, øgiliga fjølbroyttir. Vit hava rættiliga nógv privat hús; bæði ungar familjur, eldri fólk, sjúkir borgarar og onnur, sum ikki sjálvi megna reingerð. Í tí vinnuliga er mest talan um bygningsreingerð. Vit hava nógvar tryggingarskaðar og hava drúgvar royndir í at viðgera sót- og eldskaðar, og so vaska vit øgiliga nógv umborð á skipum, og tað er alt frá bátum upp í stór skip. Eisini vaska vit nakrar AirBnB’ir og heil hotell, umframt teknikkrúmunum í undirsjóvartunlunum, so tað er øgiliga fjølbroytt”, sigur stjórin í Norðvaski, og tað er ikki alt:

– ”Vit hava eisini vaskað fyri drotningini, og vit hava vaskað kirkjur – alt skal jú vaskast, og tá eru vit klárar. Mær nýtist ikki at gera tað stóra við marknaðarføring, og tað er heldur ikki mín spísskompetansa. Eg havi aldrin hildið, at okkum manglaðu kundar, men eg haldi, at tá man ger eitt gott arbeiði, so smittar tað. Vit eru ofta komin út aftur til kundarnar og hava fingið at vita, at hesin og hasin anbefalaðu tykkum, tí vit høvdu gjørt eitt gott arbeiði. Eitt sindur av kundagrundarlagnum kemur eisini gjøgnum persónligt samband, umframt at okkara bilar hava logo’ið á og eru tí eitt slag av koyrandi reklamu”, greiðir stjórin frá.

– ”Vit hava stórt sæð havt uppgávur kring allar Føroyar. Vit hava ikki verið úti á øllum smáu oyggjunum, men vit hava fastar kundar í Vágum, Sandoy, Eysturoy, Streymoy og Svínoy og hava havt onkra uppgávu í Suðuroy, men størsti parturin av virkseminum er her í Klaksvík og rundan um”, sigur Katrina, og leggur afturat, at ofta tørvar henni starvsfólk.

 

Samsýningin fyri at nýta egnan bil í sínum arbeiði er alt ov lítil

– ”Eg hevði viljað, at tað var lættari at fáa starvsfólk, men fyritøkan er ikki so stór, so eg havi ikki gjørt so nógv við tað. Men fyrr ella seinni verður allarhelst neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi, tí at her eru nærum ongi tøk starvsfólk í Føroyum. Annars havi eg nærum bert føroyingar í starvi, men til tíðir stendur á at fáa nóg mong, og útskiftingin er eisini stór, til dømis tá tey ungu fara av landinum at lesa”, sigur Katrina Steinberg, og kemur so við einum hjartasuffi til politikararnar:

– ”Fyritøkan hevur 5 bilar í aktivari drift, men tað átti ikki at verið neyðugt. Tað hevði heldur ikki verið neyðugt, um kompensatiónin fyri at nýta egnan bil til arbeiðis var realistisk í mun til, hvørjar útreiðslur eru av tí. Onkrar av vaskikonunum høvdu gjarna lagt egnan bil til, um tær bara fingu eina ordiliga kompensatión og ikki hevði útreiðslur av tí. Upphæddin er ásett einaferð áðrenn 2007, og vit vita øll, hvussu nógv útreiðslurnar til bilakeyp, brennievni og viðlíkahald eru hækkaðar síðani tá. Eg kann ikki bjóða starvsfólkunum hesa ótíðarhóskandi upphæddina fyri at brúka egnan bil, og tí noyðast vit at hava fleiri firmabilar”, sigur Katrina, og leggur afturat, at um hon velur at útgjalda teimum meira av egnum lumma, so skal tann upphæddin skattast. Tí eru fleiri bilar í drift enn neyðugt.

 

Framvegis mest eitt kvinnuyrki

– ”Tá tað kemur til kynsbýti, so hava vit havt nakrar mans í starvi, men teir hava verið fáir, og í løtuni er ongin. Til tíðir biði eg onkran mann koma inn til onkra ávísa uppgávu, til dømis til at tøma eini hús, og eg havi nakrar mann, sum eg kann heita á. Tað er serliga til tryggingarskaðar, har nógv og tung lyfting er, at heitt verður á teir. Eg havi eisini bæði ein mann og ein son, sum hava hjálpt til onkuntíð. Og onkuntíð hevði tað veruliga ikki riggað uttan mannfólk”, sigur hon. Og so skal tað snúgva seg um kapping á marknaðinum:

– ”Á vaskiøkinum er ikki reiðiliga nakað fast fakligt umhvørvi, har vit hittast og kunnu sparra, men eg komi væl út av tí við onnur, sum starvast í yrkinum. Vit hava ongar fíggindar, men hetta er eisini ein marknaður, har vit hava ríkiligt at gera og tí ikki noyðast at renna eftir kundunum hjá hvørjum øðrum. Eg renni meg ongantíð ein problematikk, har eg hugsi, at nú fór handan ella hasin avstað við hesum og hasum kundanum. Her eru aðrar fyritøkur, sum vaska, og eg komi væl út av tí við bæði fólk her í Klaksvík og aðrastaðni, og vit fáa góð sparringsprát tann vegin, sigur Katrina.

 

Samstarv heldur enn kapping

– ”Eg havi eisini samstarvað við vaskifyritøkur bæði í Havn og í Eysturoynni, men tað er ikki eitt reiðiligt miljø fyri stjórar í branchuni. Vit práta (ó)regluliga saman, men har eru ongir felags-jólafrokostar fyri stjórar í vaskaríbranchuni”, sigur Katrina skemtandi. – ”Vit práta til dømis um felags trupulleikar og hvat er spennandi í yrkinum”, leggur hon afturat. Men vaskar ein stjóri so sjálv/ur?

– ”Í løtuni havi eg ikki so góða tíð til at vaska nógv sjálv. Men ein typiskur dagur í fyritøkuni byrjar soleiðis, at vaskikonurnar møta til arbeiðis ofta uttan at vita, hvørjar uppgávur eru á skrá, tí tær broytast nógv frá degi til dags. Tá tær so eru møttar, taka tær amboðini, sum skulu brúkast tann dagin, og so fordeili eg uppgávurnar á tær. Tær fáa til dømis eina rutu, har tær fyrst skulu taka eini hús ella ein frítíðarskúla, síðani kanska ein arbeiðsskúr og so eini sethús á vegnum aftur til Norðvask”, greiðir Katrina Steinberg frá.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum
Hálvt stig móti Kroatia
KÍ-kvinnur­nar eru næstan føroyameistarar
Greiður sigur til Stjørnuna
Veðrið í vikuni
Minningarorð – Ein seinasta heilsan til…