Lýsing
Lýsing
Lýsing
Stilt og gráligt í Klaksvík í dag, eisini meðan dystur er. Vit skulu rokna við, at tað er turt undir dysti, og at hitin fer at liggja um tey 11 stigini. Gott veður til fótbólt - bæði hjá leikarum og áskoðarum. | Mynd: faroeislandslive.com

Dystarveðrið KÍ - TB

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  19.10.2025 - 12:44 Tíðindi Veðrið

Hann er komin úr suðuri upp í eystan í nátt. Loftið er samdrigið, skýggini hanga niður ímóti fjallatoppunum. Tað er turt, og hitin meiri enn 10 stig.

Einki sæst í veðurkortunum at fara at broytast seinnapartin í dag.

So, meðan dystur er í dag á Djúpumýru millum KÍ og TB, ávikavist næstelsta og elsta fótbóltfelag í Føroyum, fer at vera eitt lot av eystri, ella beint oman fyri eystan – t.e. inn á hornið á vøllinum, har sum Mýrugrill var fyrr. Vindferðin 3 til 8 m/s, og fer neyvan at síggjast á vøllinum – bæði tí vindferðin er so lítil, og at bygt er uppfyri rundan um vøllin.

 

Einki regnumráði við avfalli sæst nærkast, so vit satsa uppá, at tað er samdrigið og turt allan dystin.

Hitalagið er einki at kimsa at, liggur um 11 stig. Ikki serliga heystligt, tá hugsað verður um kjøt í hjalli, men fínasta slag, tá ið hugt verður eftir fótbólti.

 

So er bert eftir – og tað er fyri seinastu ferð í ár til ein heimadyst – at ynskja okkum ein góðan dyst, og KOYR Á KÍ.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Reytt kort
Dystar­veðrið KÍ - TB
Upptakt: KÍ-TB
Kann verða síðsti heimadystur hjá fleiri…
Næstbesta liðið hjá KÍ liggur til niðurf…
Møguligt misálitis­uppskot týsdagin
Friður á pallinum: Hvør er Tim Allgood?
Heyst­fagnaður á Eiði: Matmarknaður í Kru…
Stakkavík inni við 7.000 pundum
Heyst­fagnaður á Eiði: Handilin hjá Óla k…
Hvítanes farin nýggjan túr
Er bilurin klárur til veturin?
Ásla Kjærbæk fekk serliga heilsan frá lø…
Quo Vadis, Domine
Heyst­fagnaður á Eiði í dag
Eli Tausen á Lava útgevur "Book of Lies"
Friður á pallinum: Nú er Lloyd klárur
Strandferðslan er ikki meldað
Veðrið um vikuskiftið
Gekk av tí besta at reka í Syðrulíð