Lýsing
Lýsing
Lýsing
Oslo. | Mynd: Photowall

Hví eitur býurin Oslo?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2026 - 11:00 Ítrottur Mentan

Um onkur lesari er farin við manslandsliðnum í hondbólti til Oslo, og ynskir at imponera onkran av teimum lokalu, so ber til at snúgva prátið inn á navnið á teirra býi. Eftir at hava lisið hendan stubban er møguleikin góður fyri, at tú veitst betur enn mong av teimum.

Oslo æt frá 1624 til 1925 Christiania, stavaður Kristiania frá 1877. Oslo er høvuðsstaður í Noregi og størsti býurin, umframt at vera egið fylki. Býurin varð grundlagdur í víkingatíðini; onkur kelda sigur í 1048, men gjørdist ikki høvuðsstaður fyrrenn í 1314. Stórur eldur herjaði í 1624, og tá varð býurin fluttur vestureftir og skifti navn til Christiania. Norðmenn brúktu tá navnið ”Oslo” um upprunaligu staðsetingina. Býurin vaks, og í 1859 var Christiania vaksin so nógv, at hann eisini fevndi um upprunaliga Oslo.

 

Gudanna fløta

Upprunin til býarnavnið hevur áður verið umstríddur. Semja er um, at seinni parturin -lo, upprunaliga -ló, merkir ein slætti (slættlendi) ella ein fløta. Fyrri parturin Os- er tann umstríddi. Í miðøldini varð býarnavnið skrivað bæði Ásló og Ósló, og mett verður, at Ásló er tann eldri formurin. Er hetta so, merkir býarnavnið antin ”fløtan undir ásanum” ella ”gudanna fløta”. Í norrønu gudalæruni itu gudarnir, ið búðu í Ásgarði, æsir, eintal ásur.

Skarpur verður hildarleikur, tá føroysku hondbóltsgarparnir í hesum døgum stríðast á gudanna fløtu í Noregi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi