Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur áleypari til venjing

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.01.2026 - 12:19 Ítrottur Tíðindi

- Nú gleði eg meg til at koma at kenna føroysku mentanina og ætli mær at arbeiða knallhart fyri KÍ-búmerkinum

 

Vit hava í dag gørt avtalu við norska álopsspælaran Erlend Hustad. Erlend er 28 ár og kemur til KÍ við drúgvum royndum úr norskum fótbólti. Síðsta felagið er Raufoss í OBOS-deildini.

- Við síni styrki og máltevi, fer Erlend at styrkja okkara álopsleik munandi, sigur venjarin Magnus Powell. Í honum fáa vit ein dugnaliga 9-ara til álopsplássið saman við Páll Klettskarð. Hendan hava vit mangla síðan eg kom til KÍ. Nú hava vit funnið ein stóran, sterkan og klókan álopsleikara. Hann hevur síðstu árini víst, at hann dugur finna málið. Eg vænti og vóni, at okkara professionella umhvørvi virkar við til at Erlend kemur at avrika tað besta hann er mentur. Ætlanin er, at Erlend gevur okkum fleiri møguleikar og kemur at avlasta aðrar, nú vit hava eitt krevjandi ár fyri framman.

- Eg eri stoltur av at vera vorðin partur av KÍ-liðnum. Heima havi eg hoyrt nógv gott og spennandi um felagið, leikararnar og føroyskan fótbólt, sigur Erlend Hustad. Nú gleði eg meg til at koma at kenna føroysku mentanina og ætli mær at arbeiða knallhart fyri KÍ-búmerkinum.

Erlend vælkomin til KÍ!

Lýsing
Seinastu tíðindini
NBH og Nánd kanna størri samstarv á eldr…
Babba á Barsil
Gunnvá og Ólavur vitja Norðlýsið
Tað er lætt at brúka pengar, og at lyfta…
Bókaklubbadagur í Klaksvík 21. mars
Sirið og Mercedis vitja Norðlýsið í dag
Airbnb, summar­hús, langtíðarleiða er ok
Vegskattu­rin eigur at gagna lands­vegu­num…
Vit mugu gera alt fyri at tálma innflutn…
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi